Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Magne: Hetta var torførsta liðið at fáa

Jákup Ósá

Magne Hoseth, høvuðsvenjari hjá KÍ, sigur, at KÍ møtir einum sera góðum liði.

Lutakastið til Champions League hevur verið og KÍ trekti tað besta liðið sambært styrkismetingini av øllum 30 í 1. umfari. Magne Hoseth viðurkennir, at hetta var eitt torført lutakast.

– Hetta var tað torførasta liðið, sum vit kundu fáa. Teir eru hægst styrkismettir og hava nógvart royndir frá altjóða fótbólti. Teir hava onkrar normenn og onkrar sum hava spælt nógv í Norra, sum eru góðir. Men vit mugu taka uppgávuna sum hon kemur og vit hava alt at vinna, sigur Magne Hoseth við Norðlýsið.

Vit spyrja um Ferencvaros er betri enn Bodø/Glimt, sum KÍ møtti í fjør.

– Teir eru helst eitt hakk betri. Men teir eru ikki mitt í kappingarári, meðan Bodø/Glimt spældi mitt í kappingini og tað kann spæla inn, sigur Magne Hoseth.