KÍ-venjarin kann skjótt verða søga í KÍ.
Norski miðilin TV2 skrivar, at KÍ-venjarin Magne Hoseth hevur tosað vid norska felagið Start, sum spælir í næstbestu norsku deildini um at taka yvir.
TV2 skrivar, at hetta er hent uttan, at ítróttarstjórin veit av, tí tað eru perónar í leiðsluni longri uppi, sum hava tikið stigið. Júst ítróttarstjórin, Magni Fannberg, skal kanska eisini verða søga í Start eins og venjarin Sindre Tjelmeland.
Umboðsmaðurin hjá magna Hoseth, Sverre Mauseth hevur ongar viðmerkingar til TV2. TV2 skrivar, at KÍ er kunnað um, at venjarin umhugsar aðrar møguleikar.


