Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Magne Hoseth: Ov nógvir venjingardystir

Jákup Ósá

(Úr Norðlýsinum fyri viku síðani)

Ov nógvir venjingardystir

Undan stórsteypadystinum spældi KÍ átta venjingardystir millum 21. januar og 18. februar.

– Eitt er, at vit spældu svakliga nógvar venjingardystir uppá stutta tíð. Har verður ein broyting næsta ár, tá eg sleppi at stýra øllum tí. Tí tað hava verið ov nógvir dystir og ov fáar venjingarvikur.

Tað negativa er, at tú fær lítla tíð til at venja nakað nýtt. Um tú hevur verið í felagnum í fýra-fimm ár, so er tað í lagi, men nú koma vit við nøkrum nýggjum hugskotum, sum vit skulu venja. Tað fáa vit ikki vant. Vit fáa vant tað í dystum, men vit fáa ikki sagt við dómaran at steðga dystinum, tí vit skulu tillaga okkurt av hesum. Har eg komi frá í Norra, har spælir man vanliga ein dyst móti endanum av januar og so spælir man hvørt vikuskiftið. Men her spældu vit fram til 5. februar fimm dystir. Og við venjingargrundarlagnum á tí tíðspunktinum, so er tað ein váði, sigur KÍ-venjarin.