Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Magni Christiansen konsert á Eiði

Eiðis kommuna

Stór Country útgávukonsert við Magna Christiansen v/bólki verður í Kolshøll, leygarkvøldið 23. mars klokkan 19:00.

 

 

Magni Christiansen er kendur sum country- og gospelsangari, og hann dugir framúr væl at framføra á palli. Hann hevur gjøgnum árini givið nógvan tónleik út, og hann hevur verið íðin at spæla konsertir kring landið.

Magni hevur givið út nýggja útgávu við 16 klassiskum countrysangum, sum eru innspældir í Írlandi. Fløgan eitur “I’m Just me” og á útgávuni eru nýggjar útsetingar av sangum sum “Detroit City”, “Me and Bobby McGee”, “Mama Tried”, “Footloose” og “Railroad Bum”. Útgávan verður tøk beint eftir konsertina, og tá fáast eisini nýggjar t-troyggjur hjá Magna.

Kostnaður fyri konsertina er 100 krónur. Atgongumerki fáast til keyps á www.eidi.fo, ella við dyrnar undan sýning. Hav reiðan pening við.