Sunnudagin var tann stóri dagurin, har Magni Jóhanson Hansen og Bergtór Tórsteinsson Thomsen skuldu kappast í Triathlon. Teinurin hesaferð var OL teinurin, sum er 1500 m svimjing, 40 km Súkkling og 10 km renning.
Sum skilst var veðrið sera gott, og nógv fólk var møtt til at hyggja at hesari spennandi ítrottargrein.
Vónirnar áðrenn kappingina vóru góðar, og hetta er als ikki nakað teir ikki hava roynt áður.
Rutan var nøkumlunda góð at kappast á, tað vil siga at tað vóru ikki nógvir hæddarmetrar, og rutan var stongd fyri ferðslu. Tó so vóru onkrar brekkur sum teir báðir skuldu berjast við.
Bergtór var fyrstur upp úr sjónum av teimum báðum føroyinginum við tíðini 00:26:35 og síðan kom Magni við tíðini 00:27:10.
À súkkluni var tað Magni, ið dróg inn aftur á Bergtór og fór fram um. Men ferðin hjá teimum báðum var góð. Magni súkklaði teir 40 km uppá 01:07:37 og Bergtór 01:09:35.
Eftir hetta var tað at koma sum skjótast í renniskógvarnar, og síðan út at renna teir sístu 10 km. Magni rann teir 10 km uppá 00:44:44 og Bergtór 00:50:37.
Samlaða tíðin hjá Magna var 02:20:45 og hjá Bertór 02:28:17.
Magni og Bergtór greiða frá at teir eru nøgdir við at teir hava gjøggnumført, men at tað eisini er ymiskt teir hava lært at hava við sær til aðrar kappingar. Triathlon er ein ítrottur, har íðkarin er leingi í gongd, og tað er umráðandi at fáa nokk av vesku og føði niðurum, ímeðan mann kappast. Sum skilst var tað millum her at tað bleiv ein avbjóðing hjá teimum báðum.
Joshua Lewis frá Guernsey vann kappingina við tíðini 01:52:40, sum er ein sera skjót og góð tíð.



