Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Magni við Løkke: Vit skulu hava uttanríkispolitiskt frælsi

Tíðindaskriv

Magni Arge og Lars Løkke Rasmussen kjakaðust á DR1 í morgun. Magni nevndi, at Tjóðveldi er til reiðar at stuðla teirri stjórn, sum vil lata Føroyum suverenitet í uttanríkispolitikki og handilspolitikki, og mælti til somu skipan millum Føroyar og Danmark, sum Ísland fekk í 1918.

Lars Løkke Rasmussen viðgekk, at tvístøður kunnu taka seg upp millum Føroyar og Danmark, tí Danmark er í ES, og Føroyar eru uttanfyri.  Løkke nevndi makrelstríðið sum dømi um eina tílíka tvístøðu.

Magni Arge gjørdi greitt, at Tjóðveldi leggur seg ikki út í intern donsk viðurskifti, men røkir føroysk áhugamál á fólkatingi – saman við teimum, sum vilja førka Føroyar ímóti stjórnarskipanarligari sjálvstøðu.

– Vit gjalda 93 prosent av okkara egnu vælferð í Føroyum, og tað gevur onga meining, at vit skulu liva undir eini avoldaðari heimastýrislóg og deponera okkara uttanríkispolitiska og handilspolitiska virksføri í Danmark og ES, segði hann.

 

Leinkja til sendingina í fullari longd er her: https://www.dr.dk/radio/p1/slotsholmen/slotsholmen-2019-01-17#!00:00:00 Magni er við frá 31. minut.

 

Leinkja til uppslagið á Facebook við eini styttari versión av sendingini Slotsholmen er her:https://www.facebook.com/argemagni/videos/333032607307846/