Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Magnus er í serligari støðu: Venjari hjá bæði Klaksvíkingi og Nólsoyar Páll

Jákup Ósá

Fyri fyrstu ferð í nýggjari tíð kappast tvey 10-mannafør frá KRF, Klaksvíkingur og Nólsoyar Páll, meðan teirra stóri avbjóðari er Norðingur úr NHR.

Leygardagin verður ársins fyrsti FM-kappróður á norðoyastevnu. Spenningurin er altíð eyka stórur undan fyrsta róðrinum, tí tá veit eingin við vissu, hvar teir flestu bátarnir fara at enda. KRF hevur aftur í ár nógvar manningar við. Tað sum er heilt sermerkt í ár er, at tvey 10-mannafør eru við frá KRF. Venjari hjá KRF í ár er Magnus Norðberg, sum hann eisini hevur verið mangan áður. Og tað plagar at liggja væl fyri hjá KRF.

 

Góðar fyrireikingar

Tá vit spyrja venjaran um, hvussu fyrireikingar í ár yvirskipað hava gingið, so letur hann væl at.

– Vit høvdu ynkst eitt sindur betri veður, men vit hava fingið vant sum ætlað úti nærum hvørjaferð, síðani vit byrjaðu úti í bátunum síðst í mars og fyrst í apríl. Teir flestu hava vant nærum bara í Klaksvík. Nólsoyar Páll hevur tveir fuglfirðingar við, og teir hava vant í Fuglafirði onkrar venjingar. Onkrir av hinum bátunum hava eisini verið onkran túr aðrastaðni fyri at royna seg móti øðrum bátum. M.a. í Runavík og Fuglafirði, sigur Magnus Norðberg við Norðlýsið. Hann sigur soleiðis um manningarnar í ár hjá KRF:

 

Barnamanningar

– Vit hava tvær gentumanningar og tvær dreingjamanningar. Tær venja tvær-tríggjar ferðir um vikuna, onkur manning fýra ferðir. Tær manningarnar hugna sæð, men seriøsitetin bíða vit við til manningarnar koma upp í FM-róðrarnar, sum byrja við gentum og dreingjum.

Tey gera tað gott og vilja verða seriøs, men vit royna at halda tað niðri á einum barnavinarligum stigi.

 

Fípan Fagra, dreingir 14-16 ár

– Her eru nakrir, sum eru royndir frá barnaróðri í fjør, har teir vunnu FM. Síðani eru onkrir nýggir við. Tað sær rímuliga gott út, og teir hava ein møguleika at klára seg væl. Men har eru tveir árgangir, og hesir eru yngri. Tað hevur nakað at siga í stødd og styrki, men áralagið sær gott út.

 

Fípan Fagra, dreingir 17-18 ár

– Her eru tríggir rógvarar, umframt róðursdáman, sum róðu í fjør, har tað eydnaðist at koma til eina FM finalu á ólavsøku móti Geytanum, sum Geytin tó vann við hálvum skuti. Tríggir nýggir rógvarar eru við, so teir hava ein møguleika at klára seg væl. Men teir flestu av teimum eru í yngra árganginum, og tað kann spæla inn. Men áralagið er blivið gott og raka teir dagin, so kunnu teir kanska vinna onkran róður og kanska kappast um FM.

 

Páll Fangi, kvinnur

– Her er Jarnbardur við. Tær kvinnurnar eru so royndar gjøgnum fleiri ár, at tað er trupult at taka tær. Men Páll Fangi hevur klárað seg væl til ódnartøk, og um tað er ein ábending, so kunnu tær kanska vinna kappingina aftanfyri Jarnbard. Tíverri eru tað ov nógvar kvinnur, sum goyma seg í 5-mannaførum ístaðin fyri, at kvinnur róðu við 6-mannaførum eftir, at tær vóru farnar uppum 18 ára aldur. Eg hevði ynskt, at allar teir bestu rógvararnir kappaðust hjá 6-mannaførum, so man hevði eina deild har.

 

Páll Fangi, menn

– Hetta er ein blandað manning. Tað eru nakrir frá Fípuni Føgru, har teir fingu góð úrslit og so eru tveir, sum ikki hava nógvar royndir, men sum róðu við Páll Fanga í fjør. Ein góðan dag og við nakað meira av venjing, so tøkini koma at sita, so hava teir møguleika at gera seg galdandi millum í øllum førum tríggjar teir fremstu. Ein heilt góðan dag kunnu teir vinna onkran róður, men teir eru upp ímóti góðum avbjóðarum sum t.d. Skúgvi og Hvalinum.

 

Nólsoyar Páll

– Hetta er manningin sum vann FM við Nevinum Reyða í fjør við einum undantaki. Síðani hava teir fingið nakrar rógvarar afturat, sum í fjør róðu við 8-mannafarinum Gullbrandi. Hetta er ein svong manning, sum vil gera alt fyri at røkka toppinum. Teir hava roynt at vunnið nógv, og man merkir, at teir vilja gera alt sum skal til fyri at bjóða Klaksvíkingi av. Tað sá gott út til ódnartøkini. Men ódnartøk kunnu ikki brúkast til so nógv annað enn, at man venur seg til at kappast, leggja til start og so nøkur tøk. Tí er rættiliga óvist, hvussu teir fara klára seg á 1000 metra teininum. Men teir hava víst í øðrum bátastøddum, at teir í teimum bátastøddunum hava tað, sum skal til fyri at vinna.

 

Klaksvíkingur

Hjá Klaksvíkingi fellir tað øgiliga lætt at fáa alt at sita í mun til Nólsoyar Páll, har tað má venjast og rættast nógv, sum eisini er gjørt. Tøkini í lunn glíða øgiliga væl. Men tað vandamikla hjá Klaksvíkingi er, um teir hvíla ov nógv í, at alt bara situr frá dag eitt. Tað mugu teir ikki. Men um teir halda høvdið kalt á dystardegnum, so eru tað teir, sum duga at vinna hjá 10-mannaførum. Men stigið er so mikið høgt, at skulu teir vinna stevnur og FM í ár, so kunnu teir ikki slaka, men kanska heldur tað eitt stig longur. Men tað haldi eg teir duga væl, so eg vænti, at teir eru klárir á norðoyastevnu. Og so duga teir kanska betri enn nakar annar at halda høvdið kalt og gera tað sum skal til á stevnudøgunum.

 

Venjari hjá kappingarneytum

Tað er einki at ivast í, at hjá mongum eru eyguni í kappróðri í ár vend móti 10-mannaførum, har gamli Klaksvíkingur frá 2002, sum nú eitur Nólsoyar Páll, bjóðar meistarunum í sama felags síðstu trý árini, Klaksvíkingi, av. Og Magnus Norðberg er í einari serligari støðu. Hann skal verða venjari hjá báðum. Vit spyrja, hvussu hann loysir ta avbjóðingina.

– Tá eg eri saman við Nólsoyar Páll, so sigi eg alt tað, sum eg haldi meg síggja manglar fyri at teir kunnu hava best møguleika at vinna. Og eg setið teir upp. So tá teir t.d. vinna ódnartøk, so er uppgávan aftaná, at teir t.d. hava havt eitt døgn at feira tað og verða glaðir. Tá kann eg byrja at fílast at tingum sum m.a. at spyrja, hvussu teir høvdu gjørt, um teir nú taptu. Tí um teir koma aftur frá ódnartøkum og ikki lærdu mest frá tí, meðan Klaksvíkingur t.d. lærdi nógv meira og duga nógv betri at tillaga síni ting, tí teir taptu og vóru noyddir til tað, so fara teir framum aftur.

– Líka sum tá eg eri saman við Klaksvíkingi, so sigi eg eftir ódnartøkini, at hatta má brúkast sum ein venjing, har tað ræður um at koma ígjøgnum tað sum ein vinnari við at rætta mest av mistøkum og so koma framum til næstu kapping. Tað verður uppá sama máta, tá fyrsta stevna er av og annar ella báðir hava tapt, sigur Magnus Norðberg við Norðlýsið.

– So eg taki hvør sín hatt uppá, men eg nevni ongantíð mótstøðubátin og t.d. hvat teir arbeiða við. Og tað vita báðar manningarnar væl. Tað snýr seg um at fokusera uppá seg sjálvan. Hetta er ein spennandi uppgáva, og eg haldi, at báðir bátarnir eru komnir øgiliga langt. So eg vænti, at tað kemur at síggja gott út, tá 10-mannaførini koma rógvandi á stevnum. Eg haldi eisini, at Norðingur er ein góður bátur. Vit mugu bara síggja, um hann hevur sama stig sum í fjør. Klárar hann tað, so er hann eisini við í kappingini.

– So málið hjá mær er, at Klaksvíkingur og Nólsoyar Páll enda nr. 1 og 2. Man sleppur ikki undan, at fólk vænta, at Klaksvíkingur er favorittur, tí hann er verandi meistari, so tað er upp til hinar bátarnar at elta og finna uppá snildir at koppa meistaranum.

 

Sami taktiskkur

Klaksvíkingur og Nólsoyar Páll koma at rógva eftir einum leisti, sum leggur upp til sama taktikk og sama teknikk.

– Á dystardegnum skal tað bara verða, hvør er tann sum hálar harðast í árina og klárar at trýsta seg mest, sum vinnur. Eingin skal ivast í nøkrum tekniskt, taktiskt og mentalt, har eg skal geva báðum bátunum tað besta og rættasta.

– Báðar manningarnar hava sama taktikk og teknikk. Tað er sama uppskrift, sum felagið hevur havt í nógv ár við stórari viðgongd, so tað hevur eingin hug til at broyta nakað uppá, tí annars kemur man við onkrum heilt nýggjum, og tað halda vit ikki, at vit hava góðar royndir av, sigur venjarin.

 

2023 var toppurin

Í 2023 hevði KRF eitt framúrskarandi ár og vann so nógv, sum einki felag í føroyskum kappróðri hevur gjørt áður. Felagið fekk sostatt eina framúr byrjan í nýggja kappróðrarneystinum, sum bleiv tikið í brúk í 2023.

– 2023 var ein toppur ikki bara fyri KRF, men fyri føroyskan kappróður sum heild. So tað verður torført at endurtaka. Tí hvussu megnar man at halda geistinum har uppi, men vit gera eina roynd. Men tað verður nokk ikki á eins høgum intensiteti og stigi, tí vit hava ikki líka nógvar vaksnar manningar. T.d. kemur Fípan Fagra við kvinnum við seinni í ár, tí tær eru so spjaddar runt nú fyrstu stevnurnar, men tær halda seg í gongd og væntast at koma við til tær síðstu tríggjar stevnurnar.

– Vit fara eftir gullinum í øllum róðrum, har vit luttaka. Soleiðis er tað bara í kappróðri. Kappóður er nakað, sum man brúkar tíð uppá, har ein skal trýsta seg til eina venjing, har alt skal gerast so rætt sum møguligt. Og tá kann ein og hvør vinna. Taka vit t.d. Klaksvíking, sum altíð endar sum FM-vinnari søguliga sæð, tá hann er við, so er tað sjáldan, at hann fer gjøgnum heil kappingarár við bara sigrum. Og tað vísir bara, at ein og hvør kann vinna á øllum, um man ger tingini røtt, sigur Magnus Norðberg at enda.

Harleyfacadeacryl