Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Magnus Rasmussen nýggjur landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum

Løgmansskrivstovan

Løgmaður hevur gjørt av at tilnevna Magnus Rasmussen sum landsstýrismann í umhvørvis- og vinnumálum. Hann loysir Helga Abrahamsen av.

Magnus Rasmussen varð fyrstu ferð valdur á Føroya løgting í 2015. Hetta samgonguskeiðið hevur hann verið formaður í Løgtingsins fíggjarnevnd.

Hann var borgarstjóri í Runavíkar kommunu frá 2009 til 2015.

Nýggi landsstýrismaðurin er 58 ára gamal, hann er giftur Eydnu Rasmussen og tey eiga tvey børn.

Magnus Rasmussen hevur sín fyrsta arbeiðsdag í dag.