Seinastu tíðina eru pensionistarnir rættiliga settir í fokus. Teir verða dagliga viðgjørdir í kringvarpi, skrivaðu pressuni og net- miðlunum. Løgtingsfólk vátta við hondini á hjarta, at tey vilja teimum gomlu alt tað besta, men politikarum líkt er tað so ymiskt, hvussu “tað besta” verður tulkað.
Seinastu tíðina eru pensionistarnir rættiliga settir í fokus. Teir verða dagliga viðgjørdir í kringvarpi, skrivaðu pressuni og net- miðlunum. Løgtingsfólk vátta við hondini á hjarta, at tey vilja teimum gomlu alt tað besta, men politikarum líkt er tað so ymiskt, hvussu “tað besta” verður tulkað.
Hugtakandi at hoyra eldri megnarkvinnu, uppvaksin í stórum barnaflokki, virðismeta sín uppvøkstur og í takklæti undrast á, at foreldrini høvdu havt ráð at lata øll børnini lesa og útbúgva seg, tí tá var eingin almenn hjálp ella studningur. Sjálv er hon nú pensionerað sjúkrasystir og fyrrverandi kommunalpolitikari. Tá ið eini hús skuldu finnast til pensionistar í Havn, og politikarar m.a. leitaðu sær ráð í Íslandi, góvu íslendingar tey hyggjuráðini at tey skuldu velja tað besta, tí at tey gomlu “hava uppiborið tað besta av tí besta”.
Sjálv vildi hon hava gamla tekniska skúla í Havn, meðan onnur søgdu nei. Tíbetur vann hon, og tey gomlu í Havn fingu eisini tey bestu húsini til endamálið. Tað eru tey glað fyri, og vilja tey ikki av aftur við húsini.
Ein onnur, minni kend kvinna, helst úr dagsins modernaða, unga ættarliði, hevur sum skilst í eina tíð sitið í vinnumálaráðnum. Hon skal burturav hava arbeitt við einari vakstrarætlan fyri landið, og barslaði síðani við tí, onkur nevndi “eitt neyðaregg” av einum áliti herfyri.
Føroya land varð í hesum áliti reduserað til mest sum bert at umfata høvuðsstaðin. Fyri at skapa vøkstur sýntist ráðini vera at geva ungfólki pengar frá tí almenna fyri einki at gera, bjóða bíligar íbúðir til ungfólk og lesandi, sum vildu flyta heimaftur til Havnar, og lova lesandi føroyingum í útlondum inn í ALS uttan um galdandi reglur, soleiðis at tey kundu vera nærri uppá, meðan tey leitaðu sær eftir rætta arbeiðinum.
Havast skal í huga, at tey gomlu hava sjálvi, í strævna arbeiðslívi sínum, goldið til sína fólkapensión. Nøkur harafturat eina persónliga pensión gjøgnum fakfelag ella privat. Samhaldsfasta hava somuleiðis øll goldið. Hetta er peningur, vit øll eiga og hava rætt til, tá vit verða pensionistar.
Umrødda “modernaða” kvinna hevur eftir øllum at døma fingið tað geniala hugskot, eins og einstakir aðrir forkelaðir akademikarar, at tey gomlu hava pengar, sum tey ikki hava brúk fyri. Teirra pengar høvdu komið væl við í “hennara koncepti”. Sagt verður, at hon hevur hildið fyrilestrar í Havn og gjørt eitt ávíst lobbyarbeiði fyri sínum genialiteti, ið lítið annað byggir á, enn so ella so at skaffa pengar til ungfólk í Havn.
Forvitnisligt at samanbera “álitisfólk” fyrr og nú. Hin fyrra uppvaksin í smáum korum, nøgd, takksom við tilveruna, har hon við sparsemi, ídni og nærlagni vann seg fram í álitissessir í samfelagnum. Hin seinna kanska hjálpt og stuðla frá barnsbeini, og sum lesandi hjálpt við almennum studningi, helst uttan nakrantíð at geva sær far um, hvar pengar í veruleikanum koma frá og lítið medvit um ognarviðurskifti. Lítið av nøgdsemi og takklæti er hóast tað at hóma. Fyrilesturin á Østrøm endaði við einum salutti, har hon heitti á landspolitikarar um at minnast til, at pensiónistar nú, teir eru so nógvir í tali, eru ein maktfaktor í samfelagnum. Hon væntaði tí, at politikarar fóru at koma undir trýst og heitti tí á teir allar um ikki at lata seg freista til at nýta pengar uppá pensionistar, sjálvt um teir eru nógvir í tali.
Sum skilst, eru meiningarnar ymiskar, nú løgtingið skal taka avgerð um framtíðar fólkapensiónir, men politikarar hava, eins og veljarin, ymiskt at velja ímillum, tá avgerð skal takast.




