Malan minnist fleiri ættarlið og fer, eins í bókunum, at siga frá um lívið á einum av smáplássunum í Føroyum. Malan Jóhanna Østerø, ið er fødd og uppvaksin á Trøllanesi, hevur skrivað tvær bøkur og er nú í gongd við ta triðju.
Forvitnislig framløga um Trøllanes.
Malan Jóhanna Østerø, ið er fødd og uppvaksin á Trøllanesi, hevur skrivað um barnaheimið í bókini “Innistovu á Trøllanes” og “Ommudidd og onnur merkisfólk á Trøllanesi”. Harumframt er 85 ára gamla Malan nú í holt við at skriva bók um Útistovugarðin á Trøllanesi.
Malan giftist í 1961 við HansJacob Østerø, úr Útistovu av Trøllanesi, og fluttu tey til Klaksvíkar at búgva í 1964. Tey fingu 6 børn og hava búð øll árini í húsunum á Ziskatrøð. Hans Jacob andaðist í 2015 og Malan búleikast sjálv í íbúðini í heiminum á Skúlavegnum, ið ein av synunum nú eigur.
Malan starvaðist í mong ár sum seymikoma og hevur alt handaligt og kreativt arbeiði havt áhuga.
Hóast fá ár á skúlabonki, so er nógv komið burturúr og bókligi áhugin hevur altíð verið stórur.
Malan minnist fleiri ættarlið og fer, eins í bókunum, at siga frá um lívið á einum av smáplássunum í Føroyum. Talan er bæði um eina persónliga frásøgn um einstøk merkisfólk og familjulívið. Hetta er samstundis ein siðsøgulig lýsing av arbeiðslívi og spæli ígjøgnum ár og dag.
Í Smæruni – hósdagin kl. 16.00








