Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Málið er FM, og tí fara vit eftir

Jóhann Lützen Myndir: Oliver Joensen

Tummas Lervig hevur verið formaður í KÍ síðani februar mánað í 2008. Vit hava sett honum stevnu, nú KÍ-familjan aftur fer at hittast við vøllin. Nýggja skýlið og nýggj heimasíða verða tikin í nýtslu sunnudagin, tá KÍ skal spæla ímóti NSÍ í Betri deildini hjá monnum.

Tað er ein spentur formaður vit hitta á plenuni. Fólk arbeiða á við at fáa tað seinasta uppá pláss, karmarnir eru støðugt betraðir seinastu mongu árini. Tummas Lervig hevur verið tey øll.

 

Rekruttering og akademi

“Tað er altíð stuttligt at fara undir fyrireikingar til eitt nýtt kappingarár. Man bindur sloyfu um farna árið og setur spónin í tað nýggja árið. Avbjóðingarnar eru altíð stórar, bæði at manna postar og tryggjað at felagið verður rikið á einum haldgóðum grundarlag”, sigur Tummas Lervig, og heldur fram:

“Í vetrarsteðginum hesaferð hevur serliga verið fokus á ungdómsdeildina. Sum øllum kunnugt hava vit stovnað eitt fótbóltsakademi, sum er mannað á øllum postum við heimligum venjarum og eisini venjarum uttanifrá. Vit hava sett tveir svenskarar í starv – ein fulla tíð og ein hálva tíð – samstundis sum vit eisini hava okkara ungdómsvenjarar, ið hava verið í felagnum í fleiri ár.

Frá kappingarenda verður tað altíð arbeitt miðvíst við at seta nýggja hópin saman til komandi kappingarár. Grundleggjandi arbeiða vit altíð út frá tí at taka okkara egnu leikarar fyrst og síðani supplera við útlendskum leikarum, har tað er neyðugt. Tað stóra tilfeingið lokalum leikarum ger, at fleiri royna síni evni í øðrum feløgum. Hesum eru vit errin av og fegnast um góða samstarvið millum feløgini”, sigur Tummas Lervig.

 

Kvinnurnar

“Tær hava nú fyri fyrstu ferð flutt inn í síni egnu hølir. Hetta eru fyrstafloks-hølir, sum kommunan og Fótbóltssambandið hava verið við til at bygt. Tað skal ikki verða nøkur loyna, at vit sum felag satsta nógv uppá kvinnufótbólt, bæði okkara egnu í KÍ, men eisini við at fáa landsdystir henda vegin”, sigur Tummas eisini.

 

Nethandil

“Arbeitt hevur verið í vetur við einum nethandli, sum læt upp í desember mánað við stórari succes. Hesin handil skal eisini útbyggjast fysiskt, og hann verður staðsettur í nýggja skýlinum sunnan fyri vøllin. Í hesum sambandi hava vit eisini ment eina nýggja heimassíðu, sum eftir ætlan verður tikin í nýtslu undan fyrsta heimadystinum sunnudagin”, sigur Tummas.

 

Kringumstøðurnar alsamt betraðar

“Undanfarna býráð setti út í kortið at økja um áskoðaraplássini, so at vit kunnu spæla Europa League-/Europa Conference League-dystir í Klaksvík. Nýggja bláa skýlið er úrslit av hesum og verður tikið í nýtslu sunnudagin. Eg fegnist um, at núsitandi byráð hevur hildið fast við menningina av Djúpumýru, har næsta stig er at gera endan eystureftir fyri at útvega enn fleiri sitipláss. Hetta er eisini í tøttum samstarvi við Fótbóltssambandið og Bláu bylgjuna”, upplýsir Tummas.

“Skúlastovurnar í norðurendanum av KÍ-høllini koma nú felagnum aftur til heiðurs og æru. Vit fara at brúka skúlastovurnar í samband við okkara akademi.

Nú Bláa Skýlið er liðugt samstundis, sum umklæðisrúmini niðriundir eru tøk, hevur hetta lyft okkara støði nógv, har møguleiki er hjá kvinnum og monnum at hita upp við tilhoyrandi rúmum. Samstundis sum menninir eru fluttir í teirra nýggju hølir, er ungdómsdeildin flutt inn í tey gomlu hølini hjá monnunum”, leggur Tummas Lervig afturat.

 

Hava lært nógv av Korona

“Kappingarárið 2020 var merkt sera nógv av pandemiini, sum kom niður yvir okkum og setti okkum sum felagsskapi stór krøv. Vit hava lært sera nógv av árinum, sum farið er, og okkara “stápur” kring besta liðið er fúsur til eitt nýtt kappingarár”, sigur formaðurin.

 

Betri menn fara eftir Føroyameistaraheitinum

“Tað er ein spennandi samanseting av okkara hópi, har vit enn einaferð hava víst, at tað eru fleiri yngri spælarar, ið banka uppá fyri at koma upp, men hava tað tolsemi, sum skal til fyri at mennast í sera tøttum samstarvi við okkara venjara.

Spælararnir uttanífrá, sum eru neyðugir fyri at vit kunnu røkka teimum málum, ið vit hava sett okkum sum felag, eru gjølla útvaldir. Kemiin millum lokalu og útlendsku leikararnar hevur stóran týdning og henni gera vit nógv burturúr at røkja.

Málið er FM, og tí fara vit eftir. Vónandi hepnast luttøkan okkum í steypakappingini væl.

Vit eru sera spent at bjóða til Europadyst(ir) í Klaksvík seinni í ár. Vónandi fer tað at bera til hesaferð.

KÍ vil altíð vera við at kappast um fyrsta pláss í føroyskum fótbólti. Tað setur stór krøv til allan felagsskapin, og hetta kann bert gerast við sera dugnaligum og eldhugaðum fólkum. Vit hava umleið 120 fólk, sum á ein og annan hátt hava ein leiklut í felagsskapinum”, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ, at enda við Norðlýsið.

Harleywoodpaint