Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Malmø koyrir illa í landskappingini fyri tíðina

Jákup Ósá

Oddaliðið í Svøríki tapti aftur í gjár.

Fýra broytingar vóru í uppstillingini hjá Malmø í mun til dystin móti KÍ. Talan var um heimadyst móti Sirius, sum liggur nummar 8 í kappingini. Sirius vann 1-0. Dystin frammanundan KÍ-dystinum var Malmø aftanfyri 3-2 til 83. minutt, men fekk vent tí til 4-3 sigur og dystin frammanundan tapti Malmø á útivølli móti Mjallby. Sostatt hevur svenska liðið tapt tveir av síðstu trimum dystunum og vóru nær við at missa tann triðja dystin eisini.

Malmø venur í Klaksvík mánadagin kl. 17.00. Dysturin verður týskvøldið kl. 19.45.