Við einum málmuni á minus 23 hava Føroyar ein av vánaligastu málmunum í nakrari undankapping í søgu felagsins.
Hetta er 15. undankapping til HM/EM, sum Føroyar luttaka í. Málmunurin undan seinasta dystinum er 4-27. Tapa Føroyar við meir enn tveimumm málum móti Svøríki, so er talan um triðvánaligasta málmun í søguni hjá Føroyum. Bara fyrsta HM-undankappingin í 1994 og óvanliga vánaliga undankappingin til EM í 2008 hava havt verri málmun.
Málmunur hjá Føroyum:
EM 2008: – 39 (12 dystir)
HM 1994: – 37
EM 1996: – 25
HM 2014: – 25
EM 1992: – 23 (8 dystir)
EM 2020: – 23 (manglar ein dystur)
HM 2006: – 23


