Marjun í Lambanum letur upp málningaframsýning í Ribarhúsi leygardagin, 27. juni kl 16:00i.
Marjun er ættað úr Norðagøtu og er gift við tí skemtiliga úrmælinginum, Samson í Lambanum úr Fuglkafirði, og eiga tey 4 deilig børn: Fritleif, Sonja, Ragna og Jákup. Tað skemtiliga og tað listaliga eigur dagin og løtuna. Havi eina yndisliga, fagra, lítla mynd á vegginum , sum Marjun hevur gjørt 1998 av eini mammu við einum bróstabarni og einum størri barni, sum leggur seg afturat móðrini á vinstru lið. Hetta er millum hennara fyrstu myndir, og má eg siga, at hennara penslabørn eru komin væl undan, og er hetta ein sjón fyri eygað og gleðiligt at sjá hvønn dag. Tað verða 20 verk á vegginum. Flestu málningar hennara eru av bygdum, bygdaløgum og persónum í vøkrum, ljóslittum, gráligum skapum, sum halda hendur fast um tilverunar gongd í einum vøkrum íblástri í einari kensluligari tilevning.
Framsýningin hongur uppi til hósdagin 9.juli.




