Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Malta vinnur næstan ongantíð

Jákup Ósá

(Malta) Malta hevur ikki góð úrslit at vísa á.

Malta er ikki ein fótbóltstjóð, sum hevur góð úrslit at vísa á, tá vit tosa um EM, HM og Nations League. Tað kemur næstan ikki fyri, at Malta vinnur dystir. Hóast liðið hevur luttikið síðani fyrst í 1970’unum, so hevur liðið bara vunnið fimm dystir í HM, EM ella Nations League undankappingum. Tilsamans hevur liðið spælt 209 dystir og bara vunnið fimm.

 

 

Sigrarnir hava verið hesir:

2-0 móti Grikkalandi í 1975

2-1 móti Íslandi í 1982

1-0 móti Estlandi í 1993

2-1 móti Ungarn í 2006

1-0 móti Armenia í 2013

 

Dysturin á Malta í kvøld byrjar kl. 19.45.