Føstugudstænasta, drekka og fyrilestur við heitinum: ”Mamma hevur Alzheimers.”
Mikukvøldið 10. apríl kl. 20.00 verður føstugudstænasta í Hvannasunds kirkju við Pól Johannessen, trúboðara.
Aftaná gudstænastuna er drekkamuður í Kirkjuhúsinum, har Jonhard Larsen fer at greiða frá um sjúkuna Alzheimers.
Mamma Jonhard fekk staðfest sjúkuna Alzheimers, tá ið hon var einans 62 ára gomul. Tað eru fáir dagar, har Jonhard ikki hugsar: “Hvat nú, um eg fái hesa ræðuligu sjúku.” Enn er Alzheimers sjúkan fongd við nógvari skomm, og tí er tað sera umráðandi at greiða fólki frá um sjúkuna. Samstundis sum menniskju liva alsamt longri, veksur talið av demenssjúklingum. Mamma Jonhard er nú 74 ára gomul og býr á Sambýlinum á Heygnum í Klaksvík.
Øll hjartaliga vælkomin



