Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Man Utd valdi Bebé framum James Rodríguez

Jákup Ósá

Kanska besti leikarin hesa HM kappingina higartil bleiv í 2010 bjóðaður til Manchester United fyri 5 milliónir pund.

Tað er m.a. enska blaðið The Guardian, sum skrivar um kanska heitasta navnið í fótbólti í løtuni: James Rodríguez, sum spælir fyri Columbia og til dagligt spælir í Monaco í fronsku kappingini.

Blaðið skrivar, at Manchester United í 2010 hevði møguleikan at keypa stórtalentið fyri 5 milliónir pund. Felagið hevði fólk í Suður Amerika at hyggja eftir leikarum, har James gjørdi um seg í Club Altetico Banfield, sum vann meistaraheitið við honum á liðnum, tá hann bara var 17 ár. Men Manchester United tók ikki av og valdi ístaðin at keypa Bebé nakrar vikur seinni fyri 7,4 milliónir pund. Bebé hevur higartil leikt 2 dystir í Premier League. Hnn hevur verið útleigaður størsta partin av tíðini.

Í 2010 bleiv James seldur til Porto fyri 4 milliónir pund, har ein triði eigari tó átti 30 prosent av leikaranum, og í fjør summar fór hann til Monaco fyri 38 milliónir pund. Í dag eru nógv stórfeløg áhugað í 22 ára gamla leikaranum. M.a. Real Madrid í Spania.