Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Maria Biskopstø skeyt KÍ nær meistarheitinum

Jákup Ósá

Ungi framherjin hevur havt eina minniliga viku í kvinnufótbólti.

 

Fyrr í vikuni skoraði 19 ára gamla Maria Biskopstø á Hampden Park fyri Føroyar móti Skotlandi, og í dag javnaði hon í 84. minutti til úrslitið 2-2 í toppdystinum móti EB/Streymi/Skála. Hetta útjavnandi málið kann vísa seg at blíva avgerandi, tí nú hevur KÍ alt í sínum hondum og skal ”bara” vinna teir síðstu tríggjar dystirnar, sum eru móti trimum teimum niðastu liðunum í deildini, fyri at vinna meistaraheitið. Hitt málið hjá KÍ skeyt Eyðvør Klakstein.