Fríggjadagin 1. oktober klokkan 15.00 verður aftur hugnaløta í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni.
Hesaferð hugleiðir Marjan Kass Nielsen av Nesi um eina ferð til eina flóttafólkalegu í Libanon.
Ein góður drekkamunnur verður at fáa, og Øssur Kjølbro hevur andakt.
Øll eru hjartaliga vælkomin.



