Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Marjun og Páll Poulsen vitja í Betesda sunnudagin

Jóhann Lützen

Á møtinum í Betesda sunnukvøldið kl. 18 fara Marjun og Páll Poulsen at greiða frá arbeiði teirra fyri HARRAN í Grønlandi, og Páll fer at hava ein boðskap. Sangkórið luttekur.

 

Páll Poulsen, sum er uppvaksin í Klaksvík, er millum teir allarfyrstu, ið fóru út sum fulltíðar trúboðarar úr samkomuni í Betesda, og í morgin vitjar hann heimaftur saman við konuni, Marjun. Páll var í Íslandi í 1963 í tænastu Harrans.

Í 1965 fór hann til USA á trúboðara-venjingarskúla hjá New Tribes Mission (NTM) og fór eftir tað í fulltíðartænastu, har hann hevur virkað bæði í Grønlandi og her heima.

Síðan 2009 hevur Páll saman við Marjun staðið á odda fyri barnalegum við Nimerialik vatnið í Grønlandi.

Á møtinum sunnukvøldið kl. 18 fer Marjun at vísa myndir og greiða frá, og Páll fer at hava ein boðskap.

Sangkórið fer eisini at luttaka.

Hjartaliga vælkomin

Harleywoodpaint