Leygardagin 26 novembur verður tann vælumtókti marknaðardagurin í Skúlanum á Fossánesi.
Tiltakið er frá kl. 14:00-20:00.
Fimleikahøllin verður innrættað við sølubásum, har einstaklingar, og handlar hava leigað seg inn.
Í sølubásunum verður mangt og hvat at finna. So her skuldi verið góður møguleiki, at keypt onkra jólagávu.
Á skránni verður eisini tann vælumtókta caféin, við tí vælsmakkandi smyrjibreyðnum, rís á ‘la mande, pizza, salati o.ø. Har verður eisini tombola, lutaseðlar, fiskibrunnur o.a. til børnini.
“ Jólini byrja við Marknaðardegnum á Fossánesi “
So set tíð av, og kom norður á Fossánes 26 novembur, og hugna tær saman við familjuni.
Vinarliga næmingar og foreldur í 6. og 7. flokki, í Skúlanum á Fossánesi.



