Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Marko Dusak gevst

Jákup Ósá

Verjuleikarin hevur spælt sín seinasta dyst fyri KÍ.

29 ára gamli Marko Dusak frá Kroatia hevur spælt 14 dystir fyri KÍ í ár. Harav 12 landskappingardystir, har KÍ bara hevur tapt einaferð. Verjuleikarin úr Kroatia var skaddur fyrstu umførini, men hevur síðani til tíðir spælt ein stóran leiklut í KÍ. Á Malta bleiv hann skaddur, og tí spældi hann ikki við í gjár, tá KÍ kom víðari. Tað hevur tó verið greitt í eina tíð, at vegna persónligar orsøkir hevur Marko havt ynski um at sleppa heim til familjuna í summarsteðginum. KÍ hevur eftirlíkað ynskinum hjá Marko og báðir partar eru samdir um at ógilda tað, sum eftir er av sáttmálanum.

 

 

KÍ takkar Marko Dusak fyri tíðina í KÍ og ynskir honum alt tað besta framyvir. Samstundis boðar KÍ frá, at tað verður arbeitt við at fáa ein styrk til verjupartin inn ístaðin.

Harleyfacadeacryl