Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Martin Ødegaard venur við Liverpool

Jákup Ósá

Nógv umtalaði 15 ára gamli norski landsliðsleikarin  og Liverpool viðhaldsmaðurin Martin Ødegaard hevur seinastu dagarnar vant við besta liðnum hjá Liverpool.

Martin Ødegaard verður mettur sum ein tann evnaríkasti ungi leikarin í Europa í løtuni. Hann hevur sett fleiri met sum yngsti leikarin nakrantíð til at megna ymiskt. M.a. hevur hann longu spælt 3 A-landsdystir fyri Noreg og í bestu norsku deildini hevur hann spælt fast við Strømsgodset í bestu norsku deildini, har hann hevur skorað 5 mál í 23 dystum.
Norski miðlar gera nógv burturúr hesum leikaranum, sum ikki hevur dult fyri, at hann er Liverpool viðhaldsmaður. Men samstundis er ætlanin, at hann skal vitja fleiri felag, so hóast Liverpool sigst hava stóran áhuga fyri Ødegaard, so verður kappingin um leikaran sera hørð. Niðanfyri er innslag frá norska TV2 ísambandi við at tað er komið fram, at Ødegaard hevur vant við besta liðnum hjá Liverpool bæði hósdagin og fríggjadagin.