24 ára gamli pólendingurin hevur gjørt sáttmála við Mjølnir fyri komandi kappingarár
Mateusz Pazgan verður Mjølnir leikari næsta ár. Hann og unnustan flyta til Klaksvíkar í næstum. Mateusz ella Matt, ið hann verður kallaður, er kantur og hevur fingið sítt flogbóltsuppdragilsi í virda Akademia Siatkówki ZAKSA Kędzierzyn-Koźle í Póllandi.
Matt fer harumframt at venja ymisk ungdómslið hjá Mjølnir.
Mjølnir menninir leika í CEV Challnge Cup í oktober, har mótstøðuliðið er úr Linne í Hollandi. Phil Freere, sum var leikandi venjari hjá Mjølnir í trý ár, er eisini tøkur til teir dystirnar.



