Umhvørvisvikan er byrjað og í dag kl 16.30 verður vælumtókta tiltakið “Matoyðsl sum rótasúpan”, har vit í felag gera mat og varpa ljós á matoyðsl.
Maturin sum verður brúktur er avlopsgrønmeti og frukt, sum vit fáa frá matvøruhandlum í Klaksvík. Vit hava knív og skeribretti til øll.
Tiltakið er fyri øll – ung sum eldri og børnini kunnu eisini vera við í matgerðini. Máltíðin og tiltakið er ókeypis. Tey vitjandi verða biðin um at hava egna suppuskál, skeið og kopp við.
Tekniski skúlin í Klaksvík skipar fyri tiltakinum og næmingar á matvørudeildini vera við í matgerðini.
Tey á Tekniska Skúla heilsa og siga, at tey gleða seg til at taka ímóti ungum sum eldri – øll eru vælkomin!





