Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mattias Stølen Due: Tá ið snor, kukkur og spýggja bjóða parlagnum av

Norðlýsið

23. September verður áhugaverdur fyrilestur við Mattias Stølen Due, ið Smæruni í Havn.

Mattias Stølen Due er stjóri í Center for Familieudvikling í Keypmannahavn. Hann er útbúgvin sálarfrøðingur og hevur tey síðstu 13 árini nomið sær serkunnleika innan arbeiðið við parløgum.

Hesin fyrilestur fer – við støði í sálarfrøðiligari vitan og persónligum søgum – at seta gleðirnar og tvørleikarnar í parlagnum í brennidepilin.

Harumframt veitir fyrilesturin ráð til, hvussu ein ítøkiliga kann viðgera tvørleikarnar og varðveita gleðina í parlagnum og familjuni.

Par- og hjúnalagið er einum til gleði, men samstundis møta parløg nógvum avbjóðingum í samlívinum. Serliga tá ið børn berast í heim.

Mattias Stølen Due hevur hildið fleiri fyrilestrar, parviðgerðir og parskeið (PREP) og hevur millum annað verið við til at menna fyribyrgjandi ætlanina Par-tjek í samstarvi við Aarhus Universitet og Partelefonen – ein ókeypis telefonráðgevingartænasta. Í 2015 gav hann bókina Pas på forholdet út, ið er týdd til 3 mál.

Fyrilesturin verður hildið í Smæruni í Havn kl. 20.00, hósdagin tann 23. september. 

Enn eru nøkur pláss eftir, og kunnu tey bíleggjast á https://www.atgongumerki.fo/1304501/ta-id-snor-kukkur-og-spyggja-bjoda-parlagnum-av

Tað er MEA – húsið fyri familjumenning, ið stendur fyri tiltakinum.

Harleywoodpaint