Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Matur, hugni og prát á Sjómannadegnum

Tekst og myndir: Oliver

Norðlýsið var víða um á Sjómannadegnum. Umborð á Rólant gekk stjórin á Bakkafrost á odda, eins og stjórarnir fyri eitt nú Christian í Grótinum og JFK gjørdu.

Sum sæst á myndunum, so smæddist Regin á Bakka ikki burtur, tað gjørdu Christian Martin og dreingirnir heldur ikki ei heildur Hanus við síni familju, øll stóðu tey til “the bitter end” og serviseraðu okkum øðrum, sum komu at royna ymisku útboðini av framúr føroyska matinum. Makrelurin, ið vit flestu føroyingar forbinda við “agn” mundi gera tey flestu ovfarin, sum royndu roykta makrelin frá Christian í Grótinum. Laksurin umborð á Rólanti var ótrúliga góður. Heimsins besti laksur, tað er einki at taka seg aftur í og so flakið frá Gadus, serviserað av trimum enskum fish&chips kokkum, tað var bara sakin.