Føroyski landsliðsleikarin Meinhard E. Olsen fer framyvir at spæla við Kristianund í bestu norsku deildini. Tað boðar norska felagið frá í dag. Meinhard spældi við B36 í ár og var móti Aserbadjan og Malta við A-landsliðnum fyri fyrstu ferð.
Meinhard var farnu kappingar toppskjótti hjá bæði B36 og U21 landsliðnum.




