Meinhardt Joensen hevur nú staðfest, hvar hann spælir í 2016.
Meinhardt Joensen hevur nú staðfest, hvar hann spælir í 2016.
35 ára gamli málverjin hevur vart málið hjá KÍ seinastu 3 árini. Men til komandi kappingarár hevur KÍ fingið tilgongd á málmansøkinum, har Kristian Joensen er komin til felagið. Tí hava kanska fleiri spurt, hvar Meinhardt spælir í 2016. Men tilgongdin forðar ikki Meinhardt í at halda fram í KÍ, tí í dag hevur hann gjørt sáttmála við KÍ fyri 2016, váttar KÍ.
Sostatt hevur KÍ ein royndan málverja, sum fer at kappast við Kristian um málmansplássið hjá KÍ.




