Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Meir enn helvtin av Tjóðveldisveljarunum ið venda flokkinum bakið, gera tað orsakað av førda fiskivinnupolitikkinum

Jóhann Lützen

Í veljarakanningini sum Norðlýsið hevur gjørt i samstarvi við Fynd hava vit hugt eftir ábendingum um hví tey sum valdu Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi á løgtinsvalinum 2015, nú hava flutt krossin til annan flokk.

Av teimum 105 veljarunum hjáJavnaðarflokkinum, sum nú boða frá, at tey ætla sær okkurt annað enn at atkvøða fyri Javnaðarflokkinum aftur, eru tølini fyri tey, ið eru samd í teimum trimum útsøgnunum: 1) Fiskivinnunýskipanin útsetast – 66 veljarar ella 63 %,2) Grundupphæddin í fólkapensjónini hækkast aftur – 92 veljarar ella 88 %,3) Samgongan skal sleppa fólkaatkvøðuni um stjórnarskipan – 52 veljarar ella 50 %.

Hjá hinum stóra samgonguflokkinum, Tjóðveldi, er talan um 56 veljarar, sum nú boða frá, at tey ætla sær okkurt annað enn at atkvøða fyri Tjóðveldi aftur. Her eru tølini fyri tey, ið eru samd í teimum trimum útsøgnunum: 1) Fiskivinnunýskipanin útsetast – 31 veljarar ella 55 %, 2) Grundupphæddin í fólkapensjónini hækkast aftur – 45 veljarar ella 80 %, 3) samgongan skal sleppa fólkaatkvøðuni um stjórnarskipan – 18 veljarar ella 32 %.

Tølini eru ikki stór, so varsemi krevst. Men ein ábending er kortini í hesum tølunum, at tað serliga er ætlanirnar um fiskivinnureform og pensjónsreform, ið fáa veljarar hjá teimum báðum stóru samgonguflokkunum at venda teimum bakið. Her liggja tølini 11 -16 % omanfyri tølini í stabbunum. Tá eigur at verða havt í huga, at tey “fráfalnu” eru roknað við í stabbatølunum. Høvdu tey ikki verið við her, høvdu gloppini verið størri enn 11-16 %.