Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Meira saunagos til kvinnur

Jóhann Lützen

Saunagos, felagið hjá Annika Maisonsdóttir Mellemgaard úr Klaksvík og Súsannu Thomsen endurtaka væleydnaða vælveruuppihaldið, sum var á Hotel Vágum í mai. Tað verður aftur nú í vikuskiftinum 28. – 29. august og nøkur pláss eru eftir.

Vælveruuppihaldið byrjar við gongutúri til Vatnsdalsvatn, sum summi kalla hjartavatn, tí tað hevur skap sum hjarta. Man sær vatnið frá flogfarinum, tá man lendir. Aftaná er brunsj, venjingar, sjósvimjing og saunagos á skránni, og leygarkvøldið endar við leskiligum døgurða, pubquiz og síðani góðum tónleiki frá dugnaliga Hans Ravnsfjall.

Nógvar kvinnur úr Klaksvík vóru við til seinasta vælveruuppihald, og aftur hesuferð hava nógvar úr Klaksvík melda seg til, og tær gleða seg. Myndirnar tala fyri seg.

Tilmelding fer fram á www.saunagos.fo
 
Annika hevur havt saunagos á kvinnukvøldum í Klaksvíkar svimjihøll síðani septembur í fjørð, og tað er sera vælumtókt. Kvinnur frá øllum landinum koma til Klaksvíkar fyri at uppliva saunagos. Hóast stóru undirtøkuna hevur svimjihøllin valt at steðga kvinnukvøldum í nakrar mánaðar, men tær eru nógvar kvinnur, ið bíða spentar, so vónandi fer svimjihøllin skjótt at bjóða tað aftur.
 
Nógvar kvinnur eru farnar at svimja á sjónum í Borðoyavík, og tær hava heitt á kommununa um at fáa skiftingarrúm og sauna. Skiftið millum kuldan og hitan gevur kroppinum ein hvøkk, og fær endorfinurnar at floyma í kroppinum og gevur eina sanna vælverukenslu. Hetta er sera vælumtókt í londum kring okkum, men enn hevur eingin kommuna í Føroyum gjørt skiftingarrúm og sauna til sjósvimjarnir. Sjósvimjarnir vaksa skjótt í tali, og teir flestu skifta úti ella í einum neysti. Vónandi verður Klaksvíkar kommuna slóðari á økinum eins og við vælveruøkinum í svimjihøllini.

Til tey, sum ikki vita, hvat saunagos er, kann sigast, at tað, sum navnið sigur, er í einari sauna. Gosmeistarin, letur æteriskar oljur blandaðar við vatni á saunaovnin. Tað gerst sera heitt, og við einum handklæði ella viftu syrgir gosmeistarin fyri, at hitin og deiligi angin frá æterisku oljunum verða spjatt runt.

Onkrar oljur eru sissandi, góðar móti strongd og fyri at fáa betur svøvn, meðan aðrar oljur stimbra og eru upplyftandi, góðar móti tunglyndi. Fleiri við giktpínu, lata væl at, at hitin gevur góðan linna og hjálpur væl móti giktapínu.