Sp/f Mekanor, sum húsast á Faktorsvegi 6 ella tí, sum best er kent sum gamla Roykivirkið í Klaksvík, fór í 2023 undir at innsavna gamalt plast, fyrst og fremst frá brúktum aliringum, fyri síðani at kvarna tað til granulat, ið so kann stoypast umaftur til nýggjar plastlutir. Á hendan hátt verður sama plastið brúkt fleiri ferðir
Stjórin, Kjartan E. Hansen, sigur, at hendan endurnýtslan er ein munandi betri loysn, ikki minst fyri umhvørvið, enn eitt nú at brenna plastið, ið viðførir eyka CO2-útlát, ella at tyrva tað, har tað er fleiri øldir um at verða niðurbrotið í náttúruni. Og vinnan hevur eisini tikið væl ímóti verkætlanini; serliga alifyritøkan Bakkafrost letur gamla plastið til Mekanor, meðan LookNorth í hinum endanum keypir ein part at stoypa til eitt nú lendisverju og gonguristir. Tey, ið eru staðkend í Klaksvík, vita øll, at tað valla fær verið meira stuttflutt – fyritøkurnar eru nærmast grannar á vestaru síðu.
Mekanor fær sum er plast úr øllum landinum at endurnýta, og tað verður vanliga flutt í bingjum til gamla Roykivirkið í Klaksvík. Talan er serliga um rør, umframt at tað eisini fevnir um gonguristir og besløg. Besløgini verða sáldað frá, meðan rørini verða kubbað smærri og vaskað. Ristirnar verða eisini vaskaðar, og í báðum førum verður tilfarið kannað fyri metallrestir so sum skrúvur. Verður metall funnið, verður tað skorið av manuelt.
Síðani fara rørini í eina maskinu, har tey verða kvett sundur bæði upp á longs og upp á tvørs og harvið skorin í smærri stykkir. Stykkini fara so eftir einum flutningsbandi niðan í eina kvørn, sum melur tey til smá plastfragment. Gonguristir fara beinleiðis í hesa kvørnina, men fyri seg; m.a. vegna krøv um konsistent plastinnihald og um sporføri verða ristir og rør ikki kvarnað saman. Hesi smærru plastfragmentini fara so víðari eftir flutningsbandi í ein granulator, sum melur tey enn smærri til flísar, t.e. granulat. Áðrenn granulatorin situr eitt magnet og fangar møgulig smá metallpetti, um nøkur rest av tílíkum er eftir.
Tað granuleraða plastið fer so gjøgnum eina útsúgving upp í eina trakt, og haðani verður plastið fylt í 1.000-liturs tangar. Upplýst verður við klistrimerki á tanganum, hvat slag av plasti, talan er um, hvørjum tilfari tað er komið frá, dagfesting, bruttovekt og nettovekt. Tað mesta er svart plast av slagnum PE100; eru onnur sløg, fara tey í tangar fyri seg. Hetta ger seg galdandi fyri eitt nú PE80-plast ella litað plast, eins og ristir og rør fara hvør sær, so alt í sama tanga er sama slag av plasti.
Talan er sostatt um eina verkætlan, sum fyrst og fremst gagnar náttúruni og umhvørvinum.







