Til ber nú at melda seg til heyst skeiðið í heilsufótbólti. Venjingarnar vera mikukvøld kl. 19:00 og fríggjamorgun kl. 8:00, og aftur hesaferð vera tað Marjun Kalsø og Eydna Thomsen, sum koma at standa á odda fyri venjingunum.
Tilboðið er ætlað øllum teimum, sum eru 60+, og øll sum melda seg til sleppa at luttaka. Kostnaður fyri hvørt skeið er 300kr.
Melda til her: Heilsufótbóltur-Heyst skeið
Heilsufótbólturin byrjaði sum ein verkætlan, men hevur síðan verið bjóðað út sum eitt kommunalt tilboð, skipa í tøttum samstarvi KÍ. Eitt skeið á 12 vikur var í vár, og næsta skeiðið verður frá 23. august til 10. november. Vant verður tvær ferð um vikuna á Djúpumýru.


