Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Melda til heilsufótbólt 2025

klaksvik.fo

Nú ber aftur til at melda seg til heilsufótbólt (heyst skeið). Venjingarnar vera týsdag og hósdag kl. 16:20, og aftur hesaferð vera tað Marjun Kalsø og Eydna Thomsen, sum koma at standa á odda fyri venjingunum. Báðar venjingarnar eru á Djúpumýru.

 

Tilboðið er ætlað øllum teimum, sum eru 60+, og øll sum melda seg til sleppa at luttaka. Kostnaður fyri hvørt skeið er 300kr. Fyrsta venjingin í hesum skeiðnum verður týsdagin 2. sep kl. 16.20. Vant verður tvær ferð um vikuna í 10 vikur. 

Melda til her: Heilsufótbóltur 2025 (heyst skeið)

Heilsufótbólturin byrjaði sum ein verkætlan, men hevur síðan verið bjóðað út sum eitt kommunalt tilboð, skipa í tøttum samstarvi KÍ. Tilboðið hevur longu trý ár á baki.