Í samband við at Eiðis bóltfelag fylti 110 ár tann 24 februar í ár, hava vit á Norðlýsinum hugt í áhugaverdu søguna hjá fyrsta fótbóltsfelagnum í Eysturoynni
Fyrsta fótbóltsfelagið í Eysturoynni var Eiðis Bóltfelag stovnað í 1913. Síðani januar 1993 spældi felagið sum felagsdeildin EB/Streymur millum Eiðis Bóltfelag (EB) og Ítróttarfelagið Streym, men í 2011 vórðu EB og Streymur niðurløgd og nýtt felag sett á stovn, sum í dag eitur EB/Streymur. EB/Streymur er tískil yngsta fótbóltsfelag í Føroyum.
TB leingi einasta fótbóltsfelag í Føroyum
Poul Effersøe vann í 1890-91 danska meistaraheitið við Kjøbenhavns Boldklub, sum tá var at rokna sum stríðið um Keypmannahavn, tí bert lið haðani luttóku. Árið eftir var Poul við til at stovna Tveraa Boldklub, sum í meira enn eitt tíggjuáraskeið var einsamalla fótbóltsfelagið í Føroyum. Núverandi næstelsta fótbóltsfelag er Klaksvíkar Ítróttarfelag, men í byrjanini hevði fótbóltsspælið lága raðfesting hjá KÍ.
Ein annar Effersøe undangongumaður á Eiði
Tað var ein annar Effersøe, nevniliga Gudmund Effersøe, sum legði lunnar undir fyrsta fótbóltsfelag í Eysturoynni: Eide Fodboldklub. Poul og Gudmund vóru ikki langt frá monnum, tí Poul var pápabeiggi hansara, báðir høvdu lisið á Sorø Akademi, og báðir vóru framúr cricketleikarar.
Tann 19. juni 1912 var fundur millum kommunurnar í nýggja læknadøminum fyri at tilnevna annan av tveimum umsøkjarum til læknastarvið á Eiði. Semja varð um at mæla til Gudmund Effersøe. Í grundgevingini fyri at skjóta hann upp fram um ein dana, ið eisini søkti, varð sagt, at hann var føddur í Føroyum, var her sum smádrongur og hann tískil megnaði føroyska málið. Hetta varð hildið at vera neyðugt fyri læknan, sum setast skuldi í starvið, tí royndirnar hava prógvað, at læknin og sjúklingurin hava misskilt hvønn annan, tá fólk ikki duga føroyskt. Gudmund var annars lækni á Eiði frá 1912-1917.
Heerup skundar undir Færøernes Boldspil-Union
Um somu tíð, sum Gudmund Effersøe verður tilnevndur á Eiði, verður danski OL-vinnarin frá 1906, Hjalmar Heerup, útnevndur lækni í Klaksvík. Heerup skundar beinanvegin undir eitt nýtt føroyskt fótbóltssamband.
Eiðis Bóltfelag stovnað 24. februar 1913
Mánadagur var og Aar 1913 den 24. februar, Eftermiddag Kl. 8 blev der i Bygden Eide afholdt et Møde, hvorda vedtoges at oprette en Fodboldsforening med hjemsted i Eide. Foreningens Navn er: “Eide Fodboldklub”. Áhugin millum Eiðisfólk var stórur, og alt fyri eitt vóru limirnir 40 í tali.
Í fyrstu nevndini sótu Oliver Øster, formaður, Knút Ellingsgaard, næstformaður, Sámal Samuelsen, kassameistari, Óli Olsen og Hans Jacob Joensen.
Gerðabókin heldur fram og sigur, at samtykt varð at leiga eitt “Nordremandshaugen Søndrepart tilhørende Jordstykke “á Mølen” fyri 6 kr. um árið til leikvøll. Eisini varð samtykt at melda felagið “i den for Færøerne paatænkte Fodbolds-union”, og at skipa eina junior-deild fyri dreingir undir 15 ár.
Fyrsta mótstøðuliðið var KÍ
Klaksvíkar Ítróttarfelag bjóðaði nýggja bóltfelagnum til Klaksvíkar tann 29. juni 1913. Dýrdarvegur var og nærum øll Eiðisbygd var komin til Klaksvíkar henda dagin, tí tað var fyrsta styrkiroyndin hjá eiðismonnum. EB byrjaði væl og legði seg beinanvegin á odda, men klaksvíkingar raknaðu við og skoraðu 5 mál á rað. Móti dystarenda skoraðu eiðismenn aftur. Úrslitið gjørdist sostatt, at KÍ vann 5-2. “Klaksvig glædede sig, medens særlig Medlemmerne af det svage Køn fra de tabendes Bygd ikke kunde tilbageholde mangt et smertefyldt Hjertesuk, hvar gang Bolden gik igennem Ejdes Maal.” Longu tá eru greiðar ábendingar um, at kvinnurnar vóru væl við í Eiðis Bóltfelag, men fyrstu tíðina kappaðust eiðismenn fyri tað mesta ímóti øðrum liðum í Eysturoynni: Fuglafirði, Leirvík og Gøtu.
Færøernes Boldspil-Union stovnað
Eftir dystin í Klaksvík vórðu eiðismenn eisini innkallaðir til stovnandi fundin um Færøernes Boldspil-Union (FBU) á Ólavsøku. Klaksvig Idrætsforening, Vaagø Boldklub (MB), Trangisvaag Boldklub, Ejde Boldklub og Havnar Bóltfelag luttaka, men beint undan fundinum rýmdu umboðini fyri TB, tí ósemja var um, hvar triði dysturin um von Mehren-steypið skuldi spælast. Endin varð kortini, at TB kom við fáar vikur seinni umframt, at Sandavágur og Sørvágur eisini komu við. Sostatt vóru 8 av 9 fótbóltsfeløgum limir, tí Vaag Boldklub (VB) ikki ynskti at vera við. Fyri Eiðis Bóltfelag luttóku Oliver Øster, Óli Olsen og Gudmund Effersøe lækni, meðan Sámal Samuelsen kongsbóndi kom í nevndina.
Ússaligar umstøður forkomu FBU í føðingini
Vágafeløgini ynsktu at spæla um veturin, tá ungdómurin har var heima frá siglingini, meðan hini feløgini ynsktu at spæla um summarið. Vágafeløgini kundu spæla allan veturin á sandinum, meðan hini feløgini ikki kundu rokna við at nýta sínar leikvøllir, tá komið var út í september. Afturat tí komu so tey ringu samferðsluviðurskiftini, tí tá var onki annað at ferðast oyggjarnar millum við uttan 28-30 fóts motorbátar við veikum motorum.
Fyrsta kappingarárið var 1913-14, men áðurnevndu samferðsluviðurskiftini og sjúkur (skarlaksfepur og landfarsótt) høvdu við sær, at bert 7 av 17 dystum vórðu leiktir. Í aðru royndini brast fyrri heimsbardagi á, har bæði landið og fólkið var rakt umframt oljutrot.
Drúgt vallararbeiði á Mølini
So skjótt økið var fingið til vega, varð farið undir at gera vøllin longri og breiðari, men leingi gekk, tí ikki vóru amboðini tey somu sum í dag. Mikið strev stóðst av at gera vøll. Har kravdist bæði peningur og arbeiðsmegi. Arbeiðið varð bert gjørt um veturin. Av tí at tað frá náttúrunnar hond ikki var nakað slætt lendi á Eiði, var neyðugt við spreingi- og útgravingararbeiði.
Fyrstu ferð, at dynamitt varð nýtt á Eiði, var til at spreingja fyri fótbóltsvøllinum niðri á Mølini. Gudmund Effersøe kom norður við rutubátinum, men slapp ikki umborð við dynamittinum. Hann varð sleipaður afturúr rutubátinum í einum tristi.
Limagjaldið varð í 1914 sett til 3 kr. um árið fyri virknar limir og 1 kr. um árið fyri óvirknar. Álagt varð hvørjum virknum limi upp til 10 daga pliktarbeiði í fleiri vetrar. Sama árið gav fútin loyvi til at luta ein bát – Firemandsfarer med Redskaber – burtur. Prentast skuldu 1.000 seðlar á 75 oyru. Seðil nr. 992 vann, og tað var grannin hjá bátabyggjaranum, sum átti seðilin.
Eiðismenn vóru í villareiði, einaferð fuglfirðingar bjóðaðu sær at koma til Eiðis at spæla dyst. Hetta var í 1916. Eiðismenn svaraðu fuglfirðingum, at teir vóru væl komnir, men at umstøðurnar at leika ikki vóru góðar. Vøllurin var bert 35 favnar langur og einar 17 favnar breiður, men fuglfirðingar hildu hetta vera í lagi, og teir samdust so um at leika við 9 monnum á hvørjum liði.
Tá triðja royndin eisini miseydnaðist við FBU, so datt fótbóltssambandið niðurfyri. Fram móti sumri 1918 komu tey boð av Eiði, “at EB er sådan i halv opløsning.”
Eiðismaður danskur meistari í 1919
Eftir fyrra heimsbardaga datt fótbóltsspælið niðurfyri í Vágum, í Klaksvík, í Fuglafirði, í Vági og á Eiði. Tað tyktist mestsum, at tað bert var lív í Havnar Bóltfelag og Tvøroyrar Bóltfelag, men kortini áttu eiðismenn ein lut í danska meistaraheitinum, tá Akademisk Boldklub við Knud Nygaard á liðnum vann DM í 1919. Knud fór til Keypmannahavnar at lesa til lækna og gjørdist seinni økislækni í Suðuroy.
Føroyska Bóltspæl-Sambandið stovnað í 1930
Onnur royndin at savna fótbóltsfeløgini í sama felag, var í 1930, men heldur ikki hesum felagsskapi varð langt lív lagað. Føroyska Bóltspæl-Sambandið virkaði bert 2-3 ár, so hendi ikki meir. Eiðis Bóltfelag var ikki við, møguliga tí, at fótbóltsleikurin var vorðin til summarítrótt burturav og á Eiði var onki fólk heima um summarið. Í tíðarskeiðnum 1933-39 komu ongar kappingar í lag, uttan hvørt einstakt felag leitaði sær upp mótstøðulið.
Andreas Thomsen lærari gekk undan
Andreas Thomsen (1900-1981), ættaður frá Gøtugjógv, tók læraraprógv á Gedved seminarium í 1926. Tá ið hann kom heimaftur, stovnaði hann NGB í 1926 (seinni GÍ og síðani Víkingur), LB í 1928 (seinni LÍF og síðani Víkingur), og hann birti aftur lív í ítróttin á Eiði, tá hann varð skipaður 1. lærari á Eiði frá 1. januar 1934. Í Gøtu vandi hann fótbólt við dreingjunum og kurvabólt við gentunum. Á Eiði vandi hann hondbólt við gentunum. Í 1943 flutti hann aftur til Klaksvíkar at starvast sum lærari, har hann starvaðist árini 1930-33 og 1943-67, tá hann legði frá sær vegna aldur, men virkaði eisini í felagslívinum hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag.
Konufólkini koma við
Tey fyrstu 25 árini var tað bert mannfólkið, sum spældi bólt á Eiði: Men í 1937 varð eftir umsókn játtað konufólkinum vøllin, tá hann var tøkur. Annars mundi vera heldur deydligt mangan. Til 25-ára veitsluna góvu elstu fótbóltsleikarar á Eiði steyp til Eysturoyarliðini at kappast um. Norðragøtu Bóltfelag vann fyrstu ferð 1938-39.
Eiðismenn vunnnu steyp í 1940
Árini 1939-40 kappaðust eysturoyingar um steypið, sum teir eldru leikararnir í Eiðis Bóltfelag høvdu latið til liðini at kappast um. Úrslitið gjørdist:
Eiðis Bóltfelag 5 stig 13 mál
Gøtu Bóltfelag 4 stig 5 mál
Fuglafjarðar Bóltfelag 2 stig 6 mál
Lorvíks Bóltfelag 1 stig 2 mál
Eiðismenn fingu sostatt steypið í varðveitslu. Kappast kundi vera í fleiri ár og vinnarin skuldi vinna 3 ársdystir. Árið eftir vunnu eiðismenn aftur, so frættist ei meira um hesa kapping.
Pokalurin fekk sjálvandi ein sang
Tað er hesin “pokalur”, sum nevndur er í slagsangi felagsins, ið kendur er um alt landið, tó mangan sungin eftir ymsum heimagjørdum “variantum”. Frumútgávan hjá Martin Kruse, sum yrkti sangin:
Eiðis Bóltfelag var einaferð komið nær,
Ja, so nær at tað mundi doyð út;
Men so fingu teir pokal,
Og við honum sum mál
Vilja teir slíta aldur sín út!
Tá hin rundi á okkum kallar,
Vit spæla við fótbóltskógv í hond
Sláa bóltin í skýggj, um
Hann so var av blýggj.
Drívið á, drívið á, drívið á!
Fyrsta fótbóltsvenjara í 1939
Tíðliga á vári (30. januar) 1939 bjóðaði ein íslendingur, Sigurð Júliusson, sum tá var staddur á Eiði, sær at læra eiðismenn at spæla fótbólt. Venjingin varð skipað soleiðis, at týskvøld og fríggjakvøld høvdu teir kropsvenjing í losjuni, mikumorgun kl. 9 og sunnudag kl. 13.30 bóltvenjingar á Mølini. Julius fór aftur av landinum um heystið í 1939 og endaði í Danmark ella Týsklandi. Julius varð síðani sendur aftur til Íslands sum njósnari og varð sleptur niður í fallskíggja. Hann bleiv fangaður av bretum og sendur til Bretlands, men kom aftur til Íslands eftir kríggið.
Hugsaðu um skaddar leikarar
1. mars 1940 samtyktu menn at skipa “Hjálpargrunn Eiðis Bóltfelag” fyri teir leikarar, sum fingu skaða á vølli og harvið forsømdu nógv arbeiði. Hvussu hesin grunnar virkaði, veitst kortini ikki.
EB í fremstu fótbóltdeildini
EB hevði verið við til at seta ÍSF á stovn í 1939 og luttók eisini tvey tey fyrstu árini í landskappingini. Fyrsta landskappingardystin spældu eiðismenn í Klaksvík, sløk 30 ár eftir fyrsta dyst í 1913. Søgan endurtók seg, tá EB legði seg á odda í dystinum ímóti KÍ tann 21. juni 1942, men KÍ endaði aftur við at vinna 5-2 eins og í fyrsta dystinum millum liðini. EB luttók eisini árið eftir, men síðani gingu yvir 50 ár, áðrenn eiðismenn saman við bygdamonnunum í Sundalagnum kundu fegnast um leik í fremstu fótbóltsrøð.
Vøllurin var skeivur
Gerðabók felagsins greiðir frá, at í 1943 var vøllurin 85 m langur í niðaru síðu, og 80,5 m langur í ovaru síðu. Við breiddini var tað sama, vøllurin var 49 m breiður í øðrum endanum og 46 m breiður í hinum endanum, men væl gekst at spæla kortini. Eftir hvat gerðabókin greiður frá, so hevði felagið sett sær fyri, at vøllurin skuldi gerast 90 m langur og 60 m breiður. Tað var um hetta mundið, at hondbóltsspælið tók dik á seg á Eiði og fótbóltsspælið fánaði, tó gjørdist Kjartan Festirstein ein lyklaleikari hjá HB, m.a. greipuvinnari í 1955, og landsliðsleikari.
Bóltatrot undir krígnum
Undir krígnum varð eins og manga aðra staðni nógv leikað móti liði úr R. A. F. Ein av hesum dystum vardi ikki longri enn 17 minuttir, tí bólturin brast. Ja, so illa stóð til við bóltum, at fótbóltslandskappingin varð av ongum í 1944 vegna bóltatrot.

Eiðis Bóltfelag endurskipað í 1962
Í 1962 var Eiðis Bóltfelag endurskipað soleiðis, at øll ítróttin í bygdini kom undir felagið. Í fótbólti kundi bert talan verða um vetrarfótbólt, tí mesta av mannfólkinum var burtur um summarið, men eftir, at FSF setti strangari reglur, hvat viðvíkur stødd á vølli, mátti EB gera nakað við vøllin. Tann 16. september 1967, tá betri møguleikar vóru við maskinum, varð so fótbóltsvøllurin gjørdur liðugur.
Páll Guðlaugsson flutti EB rætta vegin
Í 1985 gjørdist íslendingurin Páll Guðlaugsson spælandi venjari hjá besta liðnum hjá EB. Samstundis vandi hann eisini smápiltaliðið, sum gjørdist meistari í 1986. Undir hansara leiðslu flutti besta liðið upp í 2. deild (núverandi 1. deild) í 1985 umframt hálvfinalur ímóti NSÍ um Ísafjarðarsúluna og somuleiðis flutti besta liðið aftur upp í 2. deild (núverandi 1. deild) í 1991, meðan dreingjaliðið, mannað við fleiri frá smápiltaliðnum, vann dreingjadeildina í 1992. Fyrsta árið sum felagslið flutti EB/Streymur upp í bestu deildina í 1993 undir leiðslu av Hans Jákupi Andreasen, men Páll stjórnaði liðnum fyrra hálvár 1994. Millum blaðungu leikararnar fyrsta árið vóru Knút Vesturdal Vesturtún og júst fráfarni EB/Streyms-venjarin, Jákup Martin Joensen.

EB/Streymur hevur eydnast væl
Felagsliðið má sigast at hava staðið seg væl og besta mansliðið vunnið tvey meistaraheiti (2008 og 2012) og fýra steypasigrar (2007, 2008, 2010 og 2011). Og bæði í 2017 og 2018 vann kvinnuliðið EB/Streymur/Skála bæði meistaraheitið og steypakappingina. Hetta prógvar, at eitt vælskipað samstarv kann lyfta støðið og vera til stórt gagn fyri allar partar.

Keldur:
Árni Dahl: Bóltspøl millum Klakk & Kjøl – KÍ 1955-1974 2012
Árni Dahl: Úr Føroya Ítróttarsøgu, 1974
Suni Merkistein: Teir kundu væl listir og leikir – ein føroysk fótbóltssøga (1960-1979). Bind 2
www.faroesoccer.com
www.tidarrit.fo




