Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mennirnir í gongd aftur

John William Joensen

Leikarafundur verður á KÍ loftinum í kvøld kl. 18.00 og aftaná verður lættur dystur á skránni, skrivar ki.fo

Fyrireikingarnar til kappingarárið 2010 fara í gongd í kvøld. Aleksandar Djordjevic samlar mennirnar saman eftir steðgin og síðani stendur venjing, venjing og meira venjing á skránni fyri KÍ leikararnar.

Fremsta mansliðið flutti sum kunnugt niður í næst bestu deildina og KÍ skal nú venja seg við henda nyggja leiklut, tó at vónin er ikki at gera ein langan steðg á næstu rók.

Viðvíkjandi leikaratilfarinum verður sjálvsagt nakað av broytingum at síggja. Kristoffur Jakobsen og Erland B. Danielsen eru farnir í onnur feløg at leika ímeðan Gunnar á Steig er heima í KÍ aftur.

Atli Danielsen, Todi Jónsson og Høgni Madsen eru hvør í sínum lagi farnir til Danmarkar.

Í kvøld verður so leikarafundur á KÍ loftinum har komandi kappingarár verður umrøtt. Síðani verður ein lættur dystur á vøllinum. Sum skilst verða Aleksandar, Jákup og Eyðun við síðulinjuna í kvøld.