Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Menniskjað fyrst 

Joan Heinesen

Eg eri stolt av at vera klaksvíkingur, og eg haldi, at vit hava nógv gott at vísa á. Vit hava megnað at fáa ótrúliga nógv upp at standa í gjøgnum tíðina. Vit eru ríkað við fleiri góðum eldsálum hernorðuri, sum standa á odda fyri nógvum góðum tiltøkum og tilboðum – bæði til gaman og álvara.

 

 

Eg eiti Joan Heinesen, eri 45 ára gomul, fødd og uppvaksin í Klaksvík. Eg havi búð í Havn í 13 ár, men flutti aftur til Klaksvíkar í 2015. Eg búgvi í hjartanum í Klaksvík saman við 15 ára gamla soni mínum, sum eitur Símun. Vit bæði trívast sera væl í Klaksvík. Honum dámar væl á Skúlatrøð og ikki minst at venja við KÍ saman við vinmonnunum í frítíðini.  

Í 2006 bleiv eg útbúgvin námsfrøðingur á Føroya læraraskúla og havi arbeitt sum námsfrøðingur og leiðari síðani. Eg havi arbeitt á umsorganarøkinum í heili 25 ár og havi verið so at siga runt í øllum økinum. 

Í dag eri eg námsfrøðingur á verkstaðnum á Brekku og í virkishúsinum Birta, sum er arbeiðspláss og dagtilboð fyri vaksin fólk við menningartarni, og eru bæði hesi tilboðini her í Klaksvík. 

Eg eri stolt av at vera klaksvíkingur, og eg haldi, at vit hava nógv gott at vísa á. Vit hava megnað at fáa ótrúliga nógv upp at standa í gjøgnum tíðina. Vit eru ríkað við fleiri góðum eldsálum hernorðuri, sum standa á odda fyri nógvum góðum tiltøkum og tilboðum – bæði til gaman og álvara.  

Vit, klaksvíkingar, vera ofta sæddir sum eitt lokalt fólkaslag, sum vil Klaksvík og fólkinum, her býr tað allar besta. Vit duga væl at standa saman og stuðla hvør øðrum. Øllum hesum mugu vit halda fram við, tí tað skapar trivnað fyri okkum øll. 

Eg stilli upp til kommunuvalið 2024, tí eg vil gera mítt til, at vit áhaldandi arbeiða miðvíst við øllum tí góða, ið verður skapt fólkinum at frama. Eg eri eisini klár til at bøta um nøkur viðurskifti, sum eru alneyðug og mugu og skulu fáast í rættlag – ongantíð ov skjótt.  

Her eru nøkur øki, sum, eg haldi, eiga at fáa fremstu raðfesting. 

 

Umsorganarøki: 

Umsorganarøki eigur altíð fremstu raðfesting í eini kommunu. Tað er sera umráðandi at hava eitt gott og vælvirkandi umsorganarøki – bæði fyri borgaran t.v.s (børn, ung, miðaldrandi, tilkomin og eldri) og fyri tey, sum arbeiða á økinum. 

 

Hægstu fíggjarligu raðfesting eigur menniskjan, og allar aðrar raðfestingar eiga at gagna hesari. Fyrst menniskja og so alt annað”.  

Jógvan Fríðriksson, biskupur 

 

Frítíðar og mentanarlív: 

Eitt ríkt frítíðar- og mentanar lív er alt avgerandi fyri trivnaðin í kommununi. Vit skulu altíð leggja okkum eftir at menna hesi øki. Vit mugu hava fjølbroytt tilboð, so vit røkka øllum. Og tað er sera umráðandi, at øll hava somu møguleikar til at brúka tilboðini. 

 

Vegir/ferðsla og parkering: 

Sum flestum kunnugt, hava vit stórar avbjóðingar við ferðslu- og parkeringsviðurskiftum í Klaksvík. Her mugu stórar ábøtur gerast sum skjótast. Ferðslan má skipast betur og kanska øðrvísi. 

Gonguteigar og atkomumøguleikar skulu gerast, og býurin skal ruddast og fríðkast. 

 

Hesi eru nøkur av stóru málunum, sum eg brenni fyri og fari at arbeiða við. Næstu vikurnar fari eg at greiða nærri frá, hvussu eg haldi, at vit loysa avbjóðingarnar upp á ein skilagóðan máta.  

 

Set kross við Joan og fá eina sterka og rúmliga rødd inn í Klaksvíkar býrað

Joan Heinesen, valevni hjá Javnaðarflokkinum