Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Mentanarhúsið komið upp í hædd

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Soleiðis sær bogin í takinum út, oman máti Vágsbøi

Í hesi vikuni stendur tað uppá triðja umfar í hædd av forskalling. Stoypt verður í fyrstu hædd – 3,30 m í hædd, umframt tað sum bogin í tekjuni er hægri og so 12 m í lond hvørja ferð.

Húsið reisir seg rættiliga úr lendinum og tekur skap. Byrjanin til endaveggin niðaneftir og omaneftir, sum hellur innyvir, eru stoyptar millum verandi vangar.

Seinni verða so endaveggirnir móti Vágsbøi og niðan móti Klaksvíksvegi lokaðir.