Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Mentanarhúsið tekur skap

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Byrjanin til vangarnar og hválvið niðan móti Klaksvíksvegi, tekur nú skap. Hetta hválvið verður eisini tak til høvuðsinngongdina til høllina, tá ið størri tiltøk skulu verða í henni.

Eisini er gólvið til fýra tey fremstu sitirøðini í høllini stoypt eins og gólvið til svalarnar í fyrstu hædd. Byrjanin til endaveggin niðaneftir verður nú stoypt millum verandi vangar, og so kann næsta umfar av útveggunum í fyrstu hædd stoypast – 3,30 m í hædd og 12 m í lond hvørja ferð.

Nú byrjar húsið so smátt rættiliga at reisa seg úr lendinum og taka skap. Seinni verða endaveggirnir lokaðir móti Vágsbøi og niðan móti Klaksvíksvegi.