Mentanarnevndin hjá Klaksvíkar býráð hevur týsdagin og mikudagin í hesi vikuni verið á kurteisvitjan hjá stovnum, hon varðar av, s.s. Klaksvíkar Bókasavn, Norðoya Kunningarstova, Tónlistaskúlin, Kvøldskúlin, Vevskúlin, Spinnaríið, Spaniastova, Norðoya Fornminnasavn, Foktorshúsið, og eisini hevur nevndin fingið eina kunning um Mentanarhúsið.
Í nývaldu mentanarnevndini sita Jóhanna C. Christiansen, forkvinna, Annika Steintórsdóttir Biskopstø, varaforkvinna, Gunvá við Keldu, Signhild Johannesen og Andreas Josephsen, varalimur fyri Óla M. Lassen.
Áhugavert var at hitta stovnarnar og starvsfólkini, ið har eru, og fáa eina neyvari kunnan um teirra virksemi og ynskir annars.
Vevskúlin
Við drúgvu søgu síni hevur Vevskúlin heilt aftur til Ainu Cederblom havt støðugt vevskeið. Har hava verið mong skeið, eisini áðrenn verandi leiðari tók við. Dagligur leiðari er Jacobina Heinesen, og hevur hon verið har í skjótt 34 ár – síðani 1987.
Vevskúlin, sum er partur av Kvøldskúlanum, bjóðar vetrar- og várskeið, har tað eru um 12 fólk á hvørjum skeiði. Bygningurin hevur verið hildin væl av kommununi í móng ár við smærri umvælingum hvørt ár.
Tá ið við vóru á vitjan, vóru fólk á loftinum og bjálvaðu. Í næstum verður relieffið, Fridtjof Joensen gjørdi til skúlan, við Ainu og bátinum sum ímynd, endurreist. Tað hevur verið í Danmark til umvælingar.
Spinnaríið
Spennandi virkisøkið í Spinnarínum er lagt í ein grunn, sum mentanarnevndin eisini ber pening til. Í grunninum sita Heri Ellingsgaard, formaður, Jórun Høgnesen og Birgir Joensen.
Her skulu ymsar ábøtur gerast við betri køksøki, ljóðgóðsku í høllini og annars greiða fáast á, hvussu húsið skal skipast, í mun til við hvat virksemi ætlað er at verða í húsinum.
Fornminnasavnið
Áhugavert var at hoyra drúgvu søguna aftanfyri Fornminnasavnið og Spaniastovu og tað virksemi, sum har er í dag.
Jógvan Andrias Joensen greiddi frá virkseminum í Spaniastovu, Miðstovuni og tí, sum var Leikalund. Andras Sólstein, savnsvørður greiddi frá virkseminum hjá Fornminnasavninum, sum er fíggjað av bæði Mentamálaráðnum og Klaksvíkar kommunu við einum býti á 60/40 %.
Húsið er stórt, og nógv er at fara um. Áhugavert var eisini at síggja nakrar av teimum mongu lutunum, ið har eru.
M.a. hevur savnið vøgguna hjá Símuni av Skarði í varðveitslu og kann hon síggjast á savninum. So onkur tók hugleiðandi til, at her stendur vøggan hjá tjóðsanginum. Tó verður sagt, at tjóðsangurin varð yrktur í Føgrulíð.
Faktorshúsini
Til endans stakk mentanarnevdin saman við pørtum av nevndini fyri Norðoya Fornminnafelag, Hanus Poulsen, Helena Pætursdóttir og Katrin Næs, inn á gólvið í Faktorshúsinum. Her er nakað eftir á mál, og hildu øll tey vitjandi, at heppið hevði verið at fingið hetta húsið aftur til heiður og æru, sum hevði sømt seg søguni og umhvørvinum, tað liggur í.
Ein áhugaverd vitjanarferð við nógvum hentum upplýsingum og gott at fáa eina meira gjølliga kunning um, hvat fyriferst á teimum ymsu stovnunum, mentanarnevndin varðar av.





























































