Vit á Norðlýsinum fáa tíbetur rættuliga nógvar vitjanir, vit taka fegin ímóti fólki og prátið gongur altíð lystiliga. Í dag vórðu tað bert menn og mannfólkatos, inntil tingkvinnan úr fólkaflokkinum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur lýsti alt rúmið og broytti allan dynamikkin kring borðið
Norðlýsið er ein kunningar- og samskiftisdepil. Vit hava góðar umstøður at taka ímóti fólki, setast niður og tosa um alt ímillum himmal og jorð. Langt borð og altíð nokk av kaffibønum at pressa.
Jóhan Dahl var vælupplagdur og tosaði í sínum eyðkenda skjóta tempo. Hann hevði nógv uppá hjarta og fortaldi fleiri áhugaverdar søgur. Hann vildi ikki siga um hann fór at stilla upp fyri Sambandsflokkin.
Annars vórðu nógvar góðar á lofti, Álvur og Oliver fýrdu fleiri fínar av.
Var lagið gott áðrenn, so gjørdist tað bara enn betur tá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur kom framvið. Politisku stikpillararnir fuku yvir borðið – vit eru í einum valárið har bæði løgtings- og fólkatingsval skulu verða. Hetta fer óivað at økja um vitjaninar á Norðlýsinum, sum vikurnar ganga.
Skalt tú hava fingurin á pulsinum, so er Norðlýsið eitt gott boð at vitja hjá politikarum og fólki annars.
Okkara alvi Tróndur tók kjansin og avmyndaði øll somul.



