Leygarkvøldið 25.apríl, flaggdagur føroyinga seinastu 80 árini, senda vit aftur úr Leikalund
Sent verður ein lítlan tíma frá kl 21
Kári millum Garðarnar, formaður í Felagið Føroysk Træseglskip, hugleiðir um Merkið í mastrini
Somuleiðis verður ein samrøða við Andras Sólstein, søgufrøðing og leiðara á Norðoya Fornminnasavni.
Sámal og Jóan Jakki syngja og spæla við teirra serliga Vága ljóði.



