icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Merkið vundið í húnar hátt, tjóðsangurin sungin, trolbøting og ymiskt í myndum

Tekst og myndir: Oliver

Morgunstundin leygardagin á Sjómannadagnum var ikki sørt hátíðarligur. Sluppurnar komu inn eftir Vágni, eftir at tær høvdu lagt at, fór, sum sigur hevur verið seinnu árini, Óli Poulsen umborð á sluppina, ið hevði longsta veg til dagin, gav teimum Merkið. Teir so saman við manningunum á øllum hinum skipunum, niðan eftir kajuni har teir vundu Merkið á stong. Síðani var tjóðsangurin sungin saman við øllum, ið vóru møtt.

Myndirnar niðanfyri eru m.a. frá tí hátíðarhaldinum, men eisini frá trolbøtingini, Skipakvissinum og ymiskum øðru.

Skipa kvissurin er sera væl umtóktur og kappingin gjørdist sera spennandi. Endin var, at Andrias Arge og Jón Júst á Marknagili struku avstað við vinninginum, frammanfyri Jóhan Sólheyg og Tumasi Lervig.

Úrslitini av kappingunum síggjast áðrastaðni her á síðuni.