Ongantíð áður hevur nakað lið hildið málið ”reint” so ofta sama kappingarár sum KÍ í 2021.
Dysturin á Svangaskarði í gjár var 17. ferð, at mótstøðuliðið ikki skorar móti KÍ av teimum 21 dystunum.
KÍ átti metið sjálvt frá 2016 og 2019, tá KÍ helt mótstøðuliðnum frá at skora í 16 dystum.




