Lufttrýstið var sera høgt leygardagin. Kanska methøgt fyri Føroyar síðan 1873.
Tað var eitt dynamiskt hátrýst, sum flutti seg norðureftir til okkara. Sjálv miðjan kom ikki nærri okkum enn einar 1-200 fjórðingar, men tó var lufttrýstið sera høgt í Føroyum.
Fleiri lesarar hjá Norðlýsinum settu seg í samband við veðurredaksjónina seinnapartin leygardagin um hetta høga trýstið, sum barometur teirra vísti.
Og trýstið var høgt. Sera høgt…
Eitt barometur í Hvannasundi vísti á middegi leygardagin 787mm. Roknað um til eindina, vit brúka í dag, svarar hetta til 1049hPa.
Harafturat má rætting gerast fyri hædd yvir sjóvarmálan, tí lufttrýstið minkar 1hPa fyri hvørjar 8 metrar upp frá sjóvarmálanum. Nevnda barometur í Hvannasundi stendur einar 10 metrar oman fyri sjóvarmálan.
Tí kunnu vit leggja 1hPa afturat teimum áður nevndu 1049hPa. Tað gevur 1050hPa!
Bert fáar kilometrar longur norði – á Viðareiði – vísti eitt barometur samstundis 789mm, svarandi til 1052hPa. Afturat mugu leggjast 5hPa, tí barometrið hongur á stovuveggi einar 40 m oman fyri sjóvarmálan.
1052hPa + 5hPa = 1057hPa!
Vit kunnu seta spurnartekin við nøkur viðurskifti á øllum mátingum: um hæddina yvir sjóvarmálan, um dygdina á barometrinum og um barometrini er rætt stillað. Hetta hevði kanska broytt tølini eitt lítið sindur.
Vørn hevur 6 mátistøðir kring landið. Tær vístu eisini høgt lufttrýst leygardagin. Støðin á Kirkju vísti 1050,1hPa beint eftir klokkan 15 seinnapartin leygardagin. Rætting fyri hædd oman fyri sjóvarmálan er íroknað talið.
Hinar støðirnar kring landið vístu næstan tað sama – bert 1hPa ella 1,5hPa minni.
So tað er eingin ivi, at lufttrýstið var sera høgt. Men hvussu høgt?
Á heimasíðuni hjá Danmarks Meteorologiske Institut (DMI) eru hagtøl fyri veðrið í Føroyum síðan 1873.
Hægsta máting síðan 1873 var 13. desember 1995. Máting varð gjørd í Havn.
Lufttrýstið hendan dagin var 1048,9hPa.
Sostatt vóru mátingar hjá lesarum í Hvannasundi og á Viðareiði og eisini støðin hjá Vørn á Kirkju hægri enn metið, sum stendur á heimasíðuni hjá DMI.



