Metingar: Hósdagin vera seinnuhálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið.
Hóskvøldið vita vit, hvørji liðkoma at spæla finaluna um løgmanssteypið á Tórsvølli í august.Báðar tær fyrru hálvfinalurnar endaðu við javnleiki, og taðmerkir, at alt er púra opið undan seinnu dystunum. Tá dystirnirbyrja, so eru heimaliðini NSÍ og HB víðari vegna mál skorað áútivøll, so tey hava ein lítlan fyrimun.
HB-B36
Hetta er dystur millum tvey lið, sumenn ikki ordiliga hava fingið tað at koyrt í landskappingini. HBhevur bara 10 stig og 8 skorað mál fyrsta triðingin ílandskappingini, og so soltin hevur úrtøkan sjáldan verið áður.8 mál er tað vánaligasta í søgu felagsins og 10 stig er millumtey vánaligastu kappingarárini nakrantíð. Miseydnaða árið í2011 hevði HB eisini 10 stig, men verri málmun enn nú. B36 hevursaman við Víkingi skorað flest mál í landskappingini. Men liðiðhevur spælt ov nógvar javnleikir hóast gott álopsspæl í fleiridystum. Bæði liðini kunnu tó fegnast um, at nú er talan umsteypadyst, har liðini eru heilt stutt frá finaluplássi. At talaner um grannuppgerð ger helst eisini, at eyka nógv verður lagtfyri. HB hevur betri útgangsstøðið og hevur sum skilst havt gotttak á B36 hinar báðar dystirnar, sum liðini hava spælt ímótihvørjum øðrum í ár. Í Klaksvík sunnudagin stóð HB ikki solangt aftanfyri KÍ, men tað gekk illa at skapa stórar málmøguleikar. Fyri tað mesta eru tað longu innkøstini hjáSebastian Pingel, sum hjálpa til at skapa vandastøður. AleksandarStankov er góður leikari, men verður ov einsamallur og lættur atdekka, um mótstøðuliðið bara skal hugsa um hann. Hjá B36 erLukasz Cieslewicz við aftur og tað fer at gera stóran mun.Frammanundan eru Patrik Johannesen og Róaldur Jakobsen væl fyri viðmálskjótingini. Í verjupartinum sær HB sterkari út, meðan B36sær sterkari út í álopspartinum. Dystirnir millum liðini endanæstan altíð við javnleiki. Og skulu vit út í longda leiktíð,so skal úrslitið vera 1-1. Tað er kanska heldur ikki óhugsandi.Tí blívur støðan 1-1, so fer hvørgan av liðunum at leypaframav. B36 spælir við eitt sindur størri yvirskoti í løtuni oghevur sálarliga takið á HB seinastu árini, so árstalsfelagiðvinnur brotssparkskappingina. Tipping: X (1-1 har B36 vinnurbrotssparkskappingina)
NSÍ-KÍ
Her er talan um tvey lið, sum havahavt viðgongd seinastu tíðina. Bæði eru partur av oddastríðnumeins og tey vóru í fjør í bæði lands- og steypakapping. Seinastufimm landskappingardystirnar hava liðini vunnið fýra og spælt einjavnan. Báðir dystirnir í Klaksvík millum liðini endaðu viðjavnleiki 2-2. Talan var sum heild um javnar dystir, har NSÍ báðarferðir fekk javnað í síðstu løtu. At NSÍ hevur tvey mál áútivølli er ein fyrimunur, men hyggja vit eftir KÍ á útivølli,so hevur KÍ skorað hvønn útidyst og bara einaferð færri enntvey mál. NSÍ hevur spælt 6 heimadystir og harav hevur liðiðfýra ferðir skorað 1 mál ella færri. Útfrá tí er alt púraopið, men seinastu tveir heimadystirnar er gongd komin á hjá NSÍ,sum hevur skorað 7 mál í tveimum dystum móti 07 Vestur og ÍF.Hjá KÍ er tað ein smeitur, at liðskiparin Jonas F. Rasmussenhevur leikbann, meðan ivasamt er, um Petur Knudsen verður klárurhjá NSÍ, nú hann fór skaddur út seinast. Hann er eitt avvandamiklu kortunum til álopspartin hjá heimaliðnum antin frábyrjan ella sum innskiftari. Eitt annað sum verður spennandi atsíggja er, hvussu liðini fara at spæla dystin. NSÍ er víðarivið støðuni 0-0, meðan KÍ mest sannlíkt skal skora minst tveymál, um NSÍ skorar, sum liðið hevur gjørt allar dystirnar uttanmóti Víkingi. Skal NSÍ út við varnum útgangsstøðið áheimavølli, sum liðið ikki er vant til og skal KÍ spennaálopsbogan frá byrjan, sum liðið annars neyvan hevði gjørt einvanligan landskappingardyst. Hóast tað kanska liggur eitt sindurmeir til NSÍ, sum er á heimavølli og hevur betri útgangsstøðið,so er ein javnleikur kanska eisini rættiliga upplagdur og kanskafara vit inní longda leiktíð. Tipping: X (1-1)
Útfrá hesi meting, so vera tað B36og NSÍ sum spæla steypafinalu á Tórsvølli seinast í august. Menlítið skilir liðini og endaliga svarið fáa vit hóskvøldið.




