(Úr síðsta Norðlýsinum) Mikukvøldið byrjar Klaksvíkskappingin. Vit meta um tey fýra liðini, sum luttaka.
Nú eru bara tríggjar vikur til landskappingin 2022 fer í gongd. Hóast sera avbjóðandi veður, so hava liðini leikt fleiri venjingardystir og nakrar ábendingar hava verði. Í 2022 verður Klaksvíkskappingin á fyrsta sinni skipað øðrvísi enn hini árini. Líka síðani hon byrjaði í 1990, so hevur verið kappast leygardag og sunnudag eitt vikuskiftið, men soleiðis verður ikki í ár, tí at síðstu árini hava víst, at tíðin er farin frá hesum leistinum. Orsøkin er, at liðini útfrá kropsligari ástøði ikki meta tað verða ráðiligt hjá somu leikarum at spæla tveir fylgjandi dagar, og tí hava vit ofta sæð, at liðini spæla við næstbesta liðnum seinna dagin. Í 2022 verða hálvfinalurnar mikukvøld og finala og dystur um 3. pláss sunnudag. Broytingin tykist skilagóð, í øllum førum á pappírinum.
Skráin
Klaksvíkskappingin umfatar altíð vertirnar KÍ og so tey trý bestu liðini í landskappingini frá árinum frammanundan. Í ár eru tey liðini HB, Víkingur og NSÍ. Skráin er hendan:
Mikukvøldið 16. februar:
17.30: KÍ-NSÍ
19.45: HB-Víkingur
Sunnudagin 20. februar:
13.15: Dystur um 3. pláss
15.30: Finala
NSÍ við Toda og lokalum hópi
NSÍ hevur bara havt frágongd higartil, har leikarar, ið ikki hava havt sín uppvøkstur í NSÍ, eru farnir til onnur feløg. NSÍ skal ikki spæla í Evropa í ár, og tað hevur helst eina ávirkan á fíggjarliga partin. NSÍ hevur í løtuni ein lokalan hóp, har Búi Egilsson, Rógvi Egilstoft og Oddur Á. Højgaard eru teir einastu, sum ikki eru uppaldir í felagnum. Tað ger, at NSÍ er lokalasta liðið í deildini, um ikki nógv tilgongd kemur nú hesar seinastu vikurnar, áðrenn flytingarvindeygað stongir 15. mars.
Nýggjur venjari er klaksvíkingurin Todi Jónsson, sum á fyrsta sinni skal royna seg sum høvuðsvenjara. Hóast hann er besti føroyski leikarin nakrantíð og hevur nógvar royndir á høgum stigi, so hevur hann ikki nevniverdar venjararoyndir. Á pappírinum er NSÍ nakað skert, hóast fleiri leikarar, ið eru farnir, sótu á bonkinum ein part av kappingini í fjør. Í álopspartinum er pláss fyri gjøgnumbrotum til m.a. Aron Knudsen og Jørgen Nielsen, tí NSÍ hevur mist nógvar leikarar í skapandi partinum síðstu árini. Aron og Jørgen hava í summum dystum víst, at teir kunnu fáa størri leiklut framyvir.
Tilgongd:
Frágongd:
Tróndur Jensen
Mikkel Jakobsen
Jákup Jakobsen
Jakob Trenskow
Venjingardystir:
KÍ-NSÍ 1-2
Víkingur-NSÍ 1-2
NSÍ-B36 0-2
AB-NSÍ 2-3
HB-NSÍ 2-2
Víkingur við sama liði
Víkingur heldur fast í sínum leisti, har satsað verður uppá sítt egna fólk. Hetta gav góð úrslit í 2021, tá Víkingur heldur óvæntað endaði á 3. plássi. Víkingur hevur nærum sama lið. Eykamálverjin, Sonni Højgaard, er ikki longur í hópinum og vinstri bakkur, Bergur Gregersen, er farin av landinum. Hetta ger, at Víkingur skal finna nýggjan vinstra bakk, har Ingi Jonhardsson hevur verði mest royndur í venjingardystunum. Hjá Víkingi væntast Finnur Justinussen og Ari Olsen at kunna spæla aftur eftir álvarsaman skaða, meðan Atli Gregersen hevur verði undir skurð í vetur. Víkingur verður av teimum flestu helst mett hægri enn í fjør, og tað skal liðið, sum hevur nógvar ungar leikarar afturat nøkrum sera royndum leikarum, venja seg við. Úrslitini vóru ikki eins góð síðsta partin av kappingarárinum í fjør, og spurningurin er, um tað var eitt tekin. Hinvegin eiga teir ungu leikararnir at blíva enn betri, men Víkingur fær eina stóra uppgávu at koma uppá tey 60 stigini, sum liðið fekk í fjør.
Tilgongd:
(Finnur Justinussen og Ari Olsen tøkir aftur eftir langtíðarskaða)
Frágongd:
Sonni Højgaard
Bergur Gregersen
Venjingardystir:
Víkingur-KÍ 1-4
Víkingur-NSÍ 1-2
Skála-Víkingur 0-2
B36-Víkingur 0-1
HB skal finna nýggjan toppskjútta
HB hevur havt ein ungan miðverja, ið tó hevur nógvar royndir úr næstbestu deildini í Danmark, til royndarvenjing. HB hevur mist nógv í tali, men heilt stóran leiklut spældi bara toppskjúttin, Mikkel Dahl, sum setti met við 27 málum í landskappingini. HB hevur tó framvegis nógvar leikarar í hópinum, sum áður hava skorað og lagt upp til nógv mál. M.a. Adrian Justinussen, Hilmar Leon Jacobsen, Jákup Thomsen og Stefan Radosavljevic. Eisini kann hugsast, at HB fær ein álopsleikara í hópin áðrenn 15. mars, tá flytingarvindeygað stongir. Í fyrstu venjingardystunum hava vit ikki sæð so nógv til landsliðsleikararnar Ára M. Jónsson og Trónd Jensen, ið eru afturkomnir til HB. Men teir eru helst ætlaðir at fáa ein stóran leiklut í ár.
Tilgongd:
Tróndur Jensen
Ári M. Jónsson
Gustav Kjeldsen
Frágongd:
Mikkel Dahl
René S. Joensen
Mads B. Mikkelsen
Michal Przybylski
Samuel J. Chukwudi
Lukas Giessing
Venjingardystir:
B68-HB 2-4
Skála-HB 2-4
HB-KÍ 1-0
HB-EB/Str 2-1
B36-HB 3-1
HB-NSÍ 2-2
KÍ skal finna loysnir fyri tveir avgerandi leikarar
KÍ hevur ikki eins stóra breidd sum í fjør, um hugt verður eftir hópinum higartil, har átta leikarar eru farnir og fýra leikarar eru komnir til. Av teimum átta, ið eru farnir, so vóru tveir leikarar við stórum leikluti, Jóannes K. Danielsen á høgra bakki, og Bob Sumareh í álopinum. Afturat hava fleiri leikarar, Claes Kronberg, Heini Vatnsdal og Jóannes Bjartalíð, frá uppstillingini í fjør verið darvaðir av skaðum higartil í ár. Á høgra bakki hevur Jesper Brinck spælt fyri tað mesta og hann hevur fitt av royndum á vinstra bakki, so høgri bakkur fer helst at fella nakað lættari fyri ein høgrabeintan leikara. Til fremsta plássið eru ikki so nógvir aðrir møguleikar enn Páll A. Klettskarð, men har er ætlanin hjá KÍ at fáa ein leikara inn, sum hevur aðrar dygdir enn Páll og sum tí kann spæla bæði saman við Páll ella einsamallur í álopinum til dystir, har Páll ikki spælir frá byrjan eins og vit sóu í fjør við Bob.
Tilgongd:
Patrick Da Silva
René S. Joensen
Meinhardt P. Joensen
Mads B. Mikkelsen
Frágongd:
Boris Dosljak
Bob Sumareh
Ivar S. Rønning
Daniel Bjørkman
Jasper Van Der Heyden
Dávid Langgaard
Kristian Joensen
Jóannes K. Danielsen
Venjingardystir:
KÍ-NSÍ 1-2
Víkingur-KÍ 1-4
KÍ-B68 2-0
HB-KÍ 1-0
KÍ-Skála 3-2
KÍ-EB/Streymur 6-1




