Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Metlágt saltinnihald á Landgrunninum

Oliver Joensen

Nýggjasta uppgerðin av saltmátingum frá Skopun og úti á opnum havi

vísir, at sjógvurin á Landgrunninum og útiá framvegis er lutfalsliga

feskur, og í heyst og vetur vístu mátingarnar metlágt saltinnihald á

Landgrunninum.

 

Saltinnihaldið á Landgrunninum fylgir gongdini á opnum havi, og

seinastu tíðina hevur nógv verið skrivað um lága saltinnhaldið á okkara

leiðum. Havstovan mátar saltinnihaldið á Landgrunninum við

Lívfiskastøðina í Skopun, og í 2017 var saltinnihaldið metlágt

alt árið sammett við undanfarnar mátingar síðan 1995. Teir fyrstu

mánaðirnar í 2018 var saltinnihaldið eitt vet hægri enn somu

mánaðir í 2017, men í heyst lækkaði tað aftur, og metlágt

saltinnihald varð mátað í september, november og desember 2018, eins og í

januar 2019. Meiri er at lesa um hesi tøl, og hvørji metini eru, undir

teiginum saltbroytingar á Landgrunninum.

Les meira á www.hav.fo

Harleywoodpaint