Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Middlesbrough legenda skal leiða liðið hjá Slovan Bratislava

Jákup Ósá

Hesin skal vera venjari hjá Slovan Bratislava í morgin. Nakrir royndir leikarar frá besta hópinum eru við nýggja hópinum, sum er lendur í Føroyum.

Tað verður Szilárd Nemeth, sum skal vera venjari hjá Slovan Bratislava (SB) í Klaksvík í morgin. Hann er til dagligt venjari hjá næstbesta liðnum hjá SB. Nemeth kenna summi frá Premier League, har hann árini 2001-2006 skoraði 23 mál í 117 dystum.

SB hevur sambært sport.sk sjey leikarar frá besta hópinum við, meðan restin er leikarar frá eykaliðnum. Heimasíðan skrivar, at millum leikararnar eru hesir: Michal Šulla, Lucas Lovat, Mitch Apau, Erik Daniel, David Holman, Dejan Dražič, Adam Laczkó, Boris Cmiljanič, Samuel Lavrinčík, Martin Hubert, Marek Rigo og Martin Trnovský.

 

Av hesum eru fleiri, sum byrjaðu inni síðsta landskappingardyst hjá Slovan Bratislava, tá venjarin spardi fólk til Champions League. Eisini er ein leikari sum David Holman, sum til tíðir er í sterkastu uppstilling, við. Eftir dystin leygardagin fekk ein leikari hjá Slovan Bratislava staðfest koronu. Og miðlar í Slovakia skrivaðu, at mótstøðuliðið hjá Slovan Bratislava var koyrt í sóttarhald og seinni bleiv fótbólturin í Slovakia steðgaður. So kann ein spyrja, hví ella um liðfelagarnir hjá korona rakta leikaranum (Vladimír Weiss) ikki eru koyrdir í sóttarhald? Fleiri av teimum vóru í øllum førum við fyrra hópinum og aðrir eru við hesum hópinum.

 

Dysturin í Klaksvík byrjar fríggjadagin kl. 17.00.

Harleyfacadeacryl