Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Miðflokkurin fer á fund nú

Jóhann Lützen

Jenis av Rana siterar ein ónevndan klaksvíking fyri at kalla eina støðu sum hesa í dag fyri ein fløkjustamp. Miðflokkurin fer at taka fløkjuna upp á fundi í dag, og meldar síðani út, hvør framtíðin hjá Miðflokkinum í samgonguni verður. Sjálvur sigur formaðurin í Miðflokkinum, at Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hava verið illoyalir ímóti sær.

Jenis av Rana vil ikki siga longu nú, um Miðflokkurin fer úr samgonguni, men hann undirstrikar at bæði Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hava sýnt óloyalitet ímóti Miðflokkinum. Serliga hartar hann løgmann fyri at fríttstilla sambandstingfólkini til at atkvøða eftir egnari sannføring.

Men floksformaðurin vil ella kann enn ikki siga, hvat Miðflokkurin fer at gera. Tað verður uttan iva meira at frætta frá tí, tá fundurin nú seinnapartin er liðugur.